Tí broyta bygdirnar navn

Nevndin hevur hesar orsøkir til at tær ávísu bygdirnar eiga at skifta navn:

Agrar

Skriftformurin Akrar, sum higartil hevur verið vanligur, setur navnið í samband við

kornvelting. Tey sakligu viðurskiftini á staðnum tala ímóti hesari tolking. Navnið

gongur óivað aftur til eitt gamalt norrønt hvørkikynsorð øgr ’lítil vík’, í hvørjumfalli

fleirtali øgrum, í hvørsfalli agra. Av hesum formum er formurin Agrar runnin sum

sekunderur hvørfalsformur (og hevur skift til kvennkyn).


Við Áir

Sum meginregla mælir nevndin frá at hava fyriseting við á skeltum. Í summum førum

tykist fyrisetingin kortini vera ein so neyðugur og samanrunnin partur av navninum, at

tað slepst illa undan henni. Soleiðis er í hesum føri.


Ánirnar

Upprunaliga hevur staðið óivað itið Í Áunum, sum síðan er samandrigið til Ánum ella

Ánunum. Harav er tann sekunderi hvørfalsformurin Ánirnar sprottin, og hann hevur

verið tann vanligi talumálsformurin.


Fámjin

Á vegskeltinum stendur Famjin (við a). Hóast upprunin til navnið er óvissur, er semja

um at Fámjin er tann eldri formurin av navninum, meðan Famjin er ein yngri úttala

eftir tí danska skriftforminum Famien. Navnið eigur tí at verða skrivað Fámjin.


Haldórsvík

Tað er semja um at forliðurin í navninum er mansnavnið Haldór (eldri Halldór). Í

dagligari talu hevur bygdin itið Vík, men ein úttaluformur sum Haldarsvík man hava

verið kendur eisini, og tí varð tann formurin alment góðkendur í staðanavnalistanum

hjá Stednavneudvalget í 1960. Tað tykist vera eitt alment ynski hjá fólki á staðnum at

fáa Haldórs-navnið inn aftur í bygdarnavnið, og hesum viðmælir nevndin.


Hellurnar

Sum bygdarnavn er hetta ungt (frá uml. 1850). Staðið hevur helst einaferð í tíðini itið

At Hellum, sum hevur merkt ’við hellur fram við strondini’, seinri Á Hellum. Ein

bundin formur av navninum (Hellurnar) hevur tikið seg upp einaferð í tíðini, kanska í

sambandi við búsetingina, og bundin og óbundin formur síggja út til at hava kappast

(enn hoyrast oyndfirðingar siga ”yvir á Hellur”). Í nútíðarmáli tykist tann bundni

formurin at hava verið við yvirlutan, og einmælt ynski er komið frá bygdarfólkinum

um at fáa tann formin viðurkendan.


Kolbeinagjógv

Tað er ógreitt hvør upprunin til navnið er, men formurin Kolbeinagjógv hevur verið í

brúki leingi og hevur vunnið sær vissa hevd, m.a. vísir tann dialektala úttalan av

navninum seg at byggja á sniðið Kolbeina-.


Lamba

Á skeltum og kortum stendur Lambi, men henda form hevur bygdarnavnið ongantíð

havt. Upprunin til navnið er Lambhagi. Nevndin metir at endingin –a er ein viknað

leivd av seinra liðinum –hagi, sbr. at –bø(ur) í Sunnbøur er viknað til –ba (Sumba) og

–høvn í Vestmannahøvn er viknað til –a (Vestmanna). Formurin Lambi er at meta sum

ein konstrueraður hvørfalsformur (í sambandi við útgávuna av Taxatiónsprotokollini í

1873), ið aldrin hevur verið sagdur. Lamba hevur verið sagt eisini í hvørfalli.


Norðskála

Bygdin hevur einaferð í tíðini itið Norður við Skála, sum seinri er blivið til Við

Norðskála (við umflyting av navnapørtunum). Ofta verður navnið tó brúkt uttan

fyriseting, t.e. bara: Norðskála, og hesin formurin hevur fest seg sum navn á bygdini

og er tí eisini at fata sum hvørfalsformur.


Skála

Bygdin hevur upprunaliga itið At Skála, sum merkir ’bygdin við skálan’, og sum síðan

er blivið til Á Skála. Skáli er at meta sum ein konstrueraður hvørfalsformur, sum

ongantíð hevur fest seg í livandi máli sum navn á bygdini. Tað rætta bygdarnavnið er

tí Á Skála. Tað verður tó ofta brúkt uttan fyriseting, t.e. bara: Skála. Hesin formur

hevur fest seg sum navn á bygdini, t.d. ber til at siga: ”Skála er vøkur bygd”, og tá

verður Skála brúkt í hvørfalli.


Í Skálafirði

Bygdin hevur verið nevnd Skálabotnur á kortum. Í tí góðkenda staðanavnalistanum

frá 1960 (hjá Stednavneudvalget) varð hetta broytt til Skálafjørður. Vansin við hesum

navni er at tað eisini er navn á fjørðinum, og at tað við fjørðin eru fleiri aðrar bygdir.

Fólk á staðnum vilja hava at munur er á navninum á fjørðinum og á búsetingini inni á

botni við fjørðin. Vanliga siga tey Inni í Firði. Nevndin heldur tað vera eina góða

loysn at brúka fyriseting í hesum føri og nevna bygdina Í Skálafirði.


Ørðavík

Upprunin til navnið er óivað Hørðavík (eftir fólki av Hørðalandi í Noregi), men h

fremst í navninum er fallið burtur tíðliga. Í Hundabrævinum frá 1350-1400 eitur

bygdin Ørðavík, og soleiðis hevur hon eisini verið skrivað, líka til ð varð strikað á

kortinum í 1943. At tað varð gjørt, komst av at Dr. Jakobsen nakað frammanundan

hevði sett fram ta tolking, at bygdin hevði navn eftir eini á sum skuldi hava itið Ør (tí

hon rann so ørliga). Henda tolking er síðan afturvíst, og tí verður mælt til at venda

aftur til tann eldra og rætta formin Ørðavík.


Ørðavíkarlíð, sí Ørðavík.