- Fyrst og fremst mugu fólk gerast meira tilvitað um sína orkunýtslu, soleiðis kunnu fólk spakuliga finna fram til, hvussu nógvari orku tey í veruleikanum hava tørv á. Eftir tað kunnu tey so fara í gongd við at nýta varandi orku. Soleiðis slepst í stóran mun undan at fólk troyta orkuna, ið er í Heiminum. Harumframt ber bara til at hava umleið eitt hol til berghita á hvørjum grundstykki, tí meira orka er ikki í berginum, soleiðis at hon kann endurnýggja seg, fortelur Petur Egholm.
Eitt annað, ið harmar Petur Egholm er, at eldri fólk sita í húsum, sum eru alt ov stór til teirra.
- Tey hita eini heili hús, ið tey bara nýta ein brotpart av. Um tey ikki flyta mugu tey gera okkurt, har tey býta húsini upp, so tey bert nýta ta orku tey hava tørv ár
- Tað eru eisini dømir um fólk, ið hava húsalán í yvir 30 ár, og tí haldi eg, at bankarnir burdu hjálpt til at fáa gongd á nýtsluna av grønari orku. Bankarnir kundu givið orkulán, so at fólk kundu fingið ráð til vegleiðing og møguleika at koma í gongd við grønari orku. Á hesum økinum eru londini kring okkum 20 ár frammanfyri okkum, sigur Petur Egholm.