Tí er minniluti í Sands kommunu

Jógvan K. Mortensen,
kommunustýrislimur á Sandi

Nú um dagarnar fingu borgararnir í Sands kommunu kunning frá kommunustýrisfundi 22. august 2005, har sagt var frá sum mál nr. 7: at undirritaði »sigur seg úr samstarvinum í kommunustýrinum« og tí vóru allar nevndir valdar av nýggjum og undirritaði ið hevur næstflest stemmir til kommunuvalið bleiv útilukkaður úr øllum nevndum av meirilutanum.
Sjálvandi kann tað undra fólk hví undirritaði tók seg burtur úr tí »sonevnda breiða samstarvinum«.
Tá ein meiriluti av kommunustýrinum gav borgarstjóranum einsamallum heimild til at seta og loysa fólk úr starvi hjá Sands kommunu, var eingin ivi hjá mær um at demokratiið í kommunustýrinum var burtur. Sjálvandi eigur eitt samla kommunustýri eftir tilmæli frá nevnd ella borgarstjóra at seta og loysa tey fáu starvsfólkini hjá kommununi úr/í starv. Tað stóð eisini klárt í starvsskipanini fyri Sands kommunu sum var samtykt fyri tveimum árum síðani. Hví hetta skuldi broytast kann ein og hvør borgari á Sandi ímynda sær.
Tá ið undirritaði varð settur í starv hjá Sands kommunu sum umsjónarmaður í 2002 setti verandi borgarstjóri ein so ódámligan og ódemokratiskan pragraf í sáttmálan sum bert kann líknast saman við stýrisskipanir í einaræðislondum. Prargraf nr. 13 var »starvandi hjá Sands kommunu kunnu ikki vera í starvi hjá Sands kommunu, samstundis sum tey eru valdir politikarar í Sands kommunu«. Her skuldu havnaumsjónarmaðurin og undirritaði sum umsjónarmaður hjá Sands kommunu siga frá okkum grundlógartryggjaðan rætt at stilla upp til kommunuval. Eitt er at hugsa ein slíkan tanka, verri er at siga tað við nakran. Men tá slíkt verður felt skrivliga á blað tá er nakað spinnandi galið í tí demokratisku hugsanini hjá borgarstjóranum. Ein kann so spyrja tá vit ikki skuldu stilla upp til eitt kommunustýrisval, var tað so tað næsta at vit kanska ikki fingu lov at velja? Tí betur bleiv borgarstjórin tá settur uppá pláss av hægstu myndugleikum, og paragraffurin bleiv strikaður. Hetta lyndi speglar framvegis arbeiðslagið í kommununi.
Hvussu kann eitt breitt samstarv virka við einum slíkum borgarstjóra? Higartil er einki tekin komið uppá eitt breitt samstarv, og tá eitt samstarv bert skal ganga ein vegin, so ber ikki til meir og tí tók eg hesa støðu, eg vil ikki yvir fyri teimum sandingum ið hava valt meg í kommunustýrið verða við at stuðla slíka ódámliga framferð.