Tí fór Ísland á heysin

David Oddson er fyri stóran part skuldin í, at Ísland nú mest sum er farið á heysin. Hansara avgerðir eru politiskt litaðar og inkompetentar við tvørrandi kunnleika til marknaðin. Somuleiðis hava hansara útsagnir síðani verið við til at órógva sama marknað, skrivar Richard Portes, professari í búskapi við London Business School, í blaðnum Financial Times

Avgerðin hjá amerikansku myndygleikunum at lata Lehman Brothers fara av knóranum, fer at verða funnin at av búskaparligum søgumonnum. Hetta skundaði í stóran mun undir verandi akuttu fíggjarkreppuna. Bear Stearn vardi makapartar, men eftir Lehman hvarv alt álit. Peningamarknaðir og millumbanka lán frystu fullkomiliga. Spjaðan av fíggjarvanrøkt øktist til eitt stig, sum sýndi bæði ótta og ørliga spekulatión.

Glitnir var millum fyrstu offrini. Ein av mongum óndum ringrásum í hesari kreppuni snarufangaði íslendskar bankar: teir vóru mettir ov vandamiklir orsakað av at tjóðbankin tóktist ikki at vera ein trúligur lánsveitari sum seinasti útvegur, samstundis sum stjórnin og tjóðbankin vórðu mett ikki trúlig, tí tey noyddust at yvirtaka bankar.

Marknaðirnir raktu Glitnir fyrst. Eins og hinir báðir stóru bankarnir, Kaupthing og Landsbankinn, var Glitnir solventur. Allir tríggir høvdu góð hálvársúrslit, og allir høvdu neyðuga likviditetin, og teirra tørvur á marknaðar lántøku var ikki størri enn hjá teirra kappingarneytum. Bankarnir vóru væl stýrdir síðani »mini-kreppuna« tíðliga í 2006.

 

Óheppin úttalisli

Men tá stuttfreistaðu lánimøguleikarnir uttanlands hvurvu, mátti Glitnir biða um eitt stuttfreistað lán frá íslendska tjóðbankanum, sum kortini noktaði. Heldur enn at seta Glitnir undir umsiting, tjóðartók tjóðbankin bankan eftir revsingarsomum treytum. Stjórin, David Oddson, var forsætismálaráðharri í 13 ár undan, at hann settist í stjórastólin í tjóðbankanum í 2005. Hansara avgerðir eru politiskt litaðar og inkompetentar við tvørrandi kunnleika til marknaðin. Somuleiðis hava hansara útsagnir síðani verið við til at órógva sama marknað.

Hetta førdi til eina niðurgradering av eginskuld og eina ógvusliga niðurskriving av tí framman undan veiku krónuni. Stuttfreistað funding hjá Glitnir og Landsbankinn hvarv, europeiski tjóðbankin gjørdi vart við seg, avtalað lán vóru tikin aftur orsakað av niðurgraderingini. Tá bankarnir ikki kundu halda givin lyftir, setti fíggjareftirlitið bankarnar undir umsiting.

Kaupthing sá tó framvegis út til at klára seg. Men seinasta týsdag gjørdi David Oddson almennar viðmerkingar, sum vórðu tolkaðar á tann hátt, at Ísland fór ikki at halda sínar skyldur mótvegis bretskum innlánarum. Heta var innlendis politikkur. Tað var bretska mótspælið eisini, við einari illa umhugsaðari íverksetan av anti-terror lógini fyri at leggja hald á ikki bert virðini hjá Landsbankinn, men eisini hjá Kaupthing. Harðrendu útsøgnirnar hjá Gordon Brown vóru ikki hansara besta løta í fíggjarkreppuni.

 

Klossut framferð

Kaupthing var rímiliga væl fyri. Men bretska haldið á dóttirfeløgini Singer og Friedlander, oyðiløgdu stóra bankan, og treytir í samband við lánstøku vóru settar í verk. Bretland og Ísland tykjast nú at vera samd um avgreiðslu av innlánarum, men hetta er ov seint fyri Kaupthing. Men tað vildi verið býtt at bretsku myndugleikunum at skaða virðini hjá Kaupthing enn meira.

Virðið á íslendsku krónuni fall l.áturliga nógv uttanlands, og innlendis handil við kursinum steðgaði heilt. Íslendski tjóðbankin gjørdi enn tvey einastandandi mistøk. Tjóðbankin hevur misrøkt sín rentupolitikk og útlendska kursmarknaðin síðani tíðliga í 2008. Mánadagin kunngjørdi tjóðbankin ein kurs á íslendsku krónuni sum er væl yvir marknaðarkursin. Uttan vælvirkandi eftiransni var hetta ikki burðardygt, og varð slept aftur týsdagin. Bankin boðaði eisini í ótíð frá einum 4 milliarda evru láni frá Russlandi, men tað kom fram, at samráðingar ikki byrja fyrr enn í hesari vikuni. Tað, sum skuldi endurreisa álitið, endaði við tí mótsatta.

Íslendsku bankarnir vóru á sama støði og tætt knýttir til íslendska búskapin. Sama er galdandi fyri bankarnar í Bretlandi og Sveits. Eingin er sloppin snikkaleysur gjøgnum fíggjarkreppuna. Og talan kann gerast um álvarsama smittu frá Íslandi til lond, sum eru sárbar mótvegis afturstigum í kapitalflutninginum.

 

IMF má upp í leikin

Men har er meira at læra. Politikarar eiga ikki at gerast landsbankastjórar. David Oddson er partur av trupulleikanum, ikki av loysnini, og átti at sagt seg frá beinanvegin. At loyva lutvísari »europisering« var ein uppskrift upp á ótryggleika. Og Ísland var ikki ført fyri ella vildi ikki skapa skjótan altjóða stuðul, eins og teir ikki vildu boðsenda IMF (International Monetary Fund).

Ísland kann nú samráðast við IMF um treytir fyri láni frá grunninum. Men at lata kursin á krónuni flóta førir helst til óbótaligan skaða, sjálvt við – ella orsakað av – væl hægri rentu. Teir kunnu áseta kursin við fíggjarligum eftiransni. Ella teir kunnu boða frá, at teir fara í samráðingar við ES um at fara upp í monitera samstarvið og gera evruna til gjaldoyra.

Skrædlið er komið av óvæntaðu styrkini av fíggjarkreppuni og skakandi politiskum feilum. Men Ísland hevur avbera góðar íverksetarar og menniskjaliga styrki, eins og eitt vælvirkandi tænastustøði. Íbúgvarnir mugu taka til takka við einum fyribils lægri livistøði. Bankarnir fara at verða endurstovnaðir sum smærri peningastovnar, framvegis við sera dugnaligum stjórum. Ísland fer at enda at endurreisa seg.

 

Kelda: Financial Times