Í fyrra partinum var Sámal komin at tæna hjá prestinum Karl Vilhelm Prytz í Kvívík, og hann heldur áfram:
Prestafólkini skuldu flyta til Nes, og fóru tey avstað nakað áðrenn ólavsøku í 1856. Nakrir stampar og pottar, ið vóru í Kvívík, skuldi eg bera haðani frá til Kollafjarðar. Eg fylti so stamparnar í pottarnar og onnur smáting við. Væl hevði gingist, men komin til Kvívíksklyvjar var ein smøl gøta at fara eftir, men nú ber annar leypurin við ein stein í klettinum, og alt raplar oman av gøtuni og bums – í havið. Bratt er við Kvívíksklyvju. Seks nýggir stampar vóru og teir ruku sum hornaklingrur líka á sjógv og sóust ikki aftur. Tríggir vóru pottarnir, teir steðgaðu aftur, men so illa vildi til, at ein av teimum var komin heilt út á Upsina, ytstu trom í berginum, har legði hann seg. Hvat skuldi eg gera? Her vóru góð ráð dýr. 1-2 favnar var hann farin inn á eina rók, hált var og sinagras. Varliga klintraði eg, fekk føturnar undir pottin, og so við og við eydnaðist mær at draga hann út aftur við beinunum. Alt gekst væl, og hetta mátti gerast, hóast hetta var eitt vágaverk í tí høga og bratta forberginum. Ein pottur var eftir, og nú eg at greiða prestafólkunum frá. Madamman var vreið, men presturin, ið var sera góður við meg, tekur meg í forsvar og sigur: »Stampene var gamle, lad gaa, vi faar andre i stedet, men Samuel har sat sit Liv i vove for at bjerge denne Pot, og det er et Under, at han er kommet uskadt tilbage«.
Skreiðing í 1856
Prestafólkini áttu trý børn, tvær gentur og ein son. Siður var at aka á skíðum, tá ið kavi var, og vit báðir fara so avstað frá húsum við eini fjøl at skreiða á. Uttanfyri Nes bygd er sum kunnugt brattlendi. Men henda fjølin tóktist okkum ikki góð. Tá kemur drongurin at minnast til eitt norskt toytrog, sum stóð í hjallinum, og hóast eg ráddi honum frá, fór hann eftir tí. Vit at royna, men hvat hendir ikki: Best sum vit skreiða oman eftir brekkuni í fullari ferð, renna vit ímóti einum steini, og trogið støkkur sundur í tvey stykkir, hvør situr eftir á sínari helvt. Hvat skulu vit nú gera? Heilt fyri ongum vóru vit nú ikki kortini. Sornhúsið stóð nakað tætt við, og her fóru vit inn við trognum, negldu tað saman aftur við einum stórum seymi og løgdu trogið aftur, sum um einki var hent. Alt var nú gott, til arbeiðskonurnar skuldu eftir toynum. Tær koma algoystar inn til madammuna og siga, hvussu til stendur, at trogið fór í tvey, tá ið tær tóku tað upp frá. Nú varð arbeiðsfólkið kallað saman til forhoyr. Eg var seinastur og segði sum er: »Men hvis det ikke gik som det gik, saa vare vi begge to faret lige ud i Havet, saa jeg tror nok, det er bedst som det er.« Prestakonan sissaðist tá og helt, at best mundi vera sum var.
Søgan um T.F. Thomsen
Eina ólavsøku høvdu vit – 8 mans á báti – verið á Viðareiði við prestafólkunum. Komnir aftur til Nes skuldu vit arbeiða við torvið, ið ikki var liðugt. Og sum eg tíðliga ein morgunin siti niðri við bátin, sum vit førdu torv við, síggi eg eina jollu koma skúmandi inn ímóti mær frá Eystnesi. Annar maðurin í jolluni er ein danskur íslendskur keypmaður T.F. Thomsen.
Hann kemur rennandi niðan til mín og sigur: »Hør Karl, kan De skaffe mig Bistand, mit Skib er forlist østenfor den næste Pynt.« Eg so heim til prestagarðin við manninum. Heima við hús var donsk arbeiðskona. Hon var hjartkipt, trúði at tað vóru sjórænarar, ið vóru komnir, og tá hon hoyrir, at fremmandi maðurin vil hava meg við sær, sigur hon: »Min kære Jacobsen, De maa ikke gaa fra mig, jeg er alene.« Meðan vit tosa saman, kemur Óli, gamli uppsitarin har, til steðar, og arbeiðskonan heldur við hann: »Gamle Ole, lad Jacobsen være hos mig, gaa De.«
Mannskapið frá skipinum var skjótt komið saman í garðinum, og Thomsen skar breyðið, hann fær frá okkum og deilir út. Og tað er vist, teir ótu við góðum huga, svangir og kaldir, sum teir vóru.
Umsíður var farið út til skipið, tað lá eystanfyri Eystnes, øll fløgg og segl vóru uppi. Við akkerinum ók skipið eftir botninum.
Vit máttu halda okkum nakað langt burtur frá skipinum, tí bummarnir slongdust út og inn. Eina ferð spyr mannskapið: »Hvor længe skal vi ligge her?« Eg svari aftur: »Saa længe til Skibet tager Bunden. Lugen vil springe op, saa der kommer Luft til.«
Tá skipið hevði tikið botnin, kom luft til og afturlúkan sprakk upp. Og undan kavi kom ein sera vøkur reyðmálað kista. Nú var at fáa fatur í hana. Kistan var tung, og vit kundu ikki taka hana inn um miðjuna, tí so vildi báturin hvølvast. Settu vit tí árarnar í sjógvin og fingu hana innanborða við árabløðunum. Og onnur kistan kom, og tað gekk á sama hátt. So sigur Thomsen nakað aftaná: »Nu skal I have tak, men se Jacosen, jeg er saa fattig som Skummet, der flyder paa Vandet.«
Ørindi Thomsens, ið var á ferð úr Íslandi, var at keypa heimara húsið, ið var tætt við kongliga handils pakkhúsið (við tað gamla hospitalið). Men best sum Thomsen stígur á land, kemur sýslumaðurin oman til bátin, og Thomsen er ov seinur. Auktiónin var hildin og hamarin sligin, beint sum hann steig á land. Hetta hendi í 1856.
Seinni varð bjargað væl av fløti, feitti, og ull frá skipinum, sum Thomsen hevði í viðføri úr Íslandi. Ullin varð seld í Tórshavn, men fløtið hugsi eg fór niður til Danmarkar.
Hesin sami Thomsen var seinni keypmaður á Tvøroyri, har hann keypti tey kgl. handilshúsini. Hann doyði í Keypmannahavn 1871, 57 ára gamal. Sonurin hansara H.G. Thomsen var í mong ár keypmaður á Tvøroyri, og tá hann doyði tóku synirnir við, Tummas, Richard og Herluf Thomsen.
Ikki bara sum at siga tað at ferðast millum Havn og Nes
Ein danskur lærari var komin til Nes eitt árið at læra børnini. Ógvuliga góður var hesin lærari, og børnunum dámdi hann frálíka væl. Lærarin slapp til Havnar eina ferð um árið, og so ein føstulávints mánadag vóru vit átta á báti, ið skuldu føra mannin til Havnar. Tað gekk alt væl, men sum so ofta, tá ein kemur til fremmant pláss, varð vorðið seint, áðrenn hugsað varð um at fara av stað aftur, og ljósini vóru tendrað, tá ið menninir komu til bátin. Og nú brestir hann á við herviligum kavaroki. Ringt strekki var at fara av Havnini inn á Nes, men ilt var at steðgað, tí eg hevði keypt bæði eitt og annað fyri prestafólkini. Og vit fóru. Væl bar til um Hólmin, men hiðani frá var ikki klárt, landsynningur eystan, og eingin var kumpassin. Ein var á bátinum, sum so fegin vildi stýra. Hann segði seg betri kunna kenna vindin á andlitið, vit vildu hava hann í nakkan. Men nú verða tríggjar árar í tí eina borðinum og bert tvær í hinum. Vit róðu leingi. Eg sat frammarlaga á toftubekki. Knappliga síggi eg brot frammanfyri, nú eru tað Flesjarnar sum koma undan, og vit kundu ikki raka Eystnes. Ætlanin var at hava vindin í nakkan. Ein gamal maður rópar nú: »Vendið í hast!«
Aftur á óslættan sjógv. Tá sigur gamli maðurin: »Hoyr tú. Lítli mín, kanst tú siga mær, hvussu báturin skal venda?« Eg svaraði: »Ja, um tit atlíða míni ráð, so skal eg siga tykkum«. Og tað varð gjørt. Vit nærkaðust nú móti Líðini heiman fyri Eystnes, sjógvurin var nú stillur, og báturin gongur fyri fullari ferð. Tá heldur hin gamli fyri: »Onkuntíð fer tú at duga at flóta á vatninum!«
Vit koma til Nes í øllum góðum, og har vóru øll fólkini uppi. Morgunin eftir fór eg at vita, um alt var í leypinum, sum skuldi vera. »Ja«, sigur frúan, »her er ikke meget borte, saa alt er i den fineste Orden.«
Á Krossmessu 2. mai fór eg av Nesi aftur til á Miðgerði.
Seinna koma Sámali var Paulina Regina f. 1854, ið eisini var kend og gitin fyri sína reiðiligu ferð í allar mátar.
Best man vera sum er
Hann ið hevði hesa samrøðu við Sámal er bert skrivaður J.D.J. í Dimmalætting. Hann hevur okkurt ískoyti, og skulu vera endurgivin nøkur brot:
Í 43 ár hevur hesin gamli maður verið bóndi á Kjalnesi. Umframt at hava røktað sítt bóndastarv á so frálíkan hátt, sum hugsast kann, hevur hann í 75 ár verið handilsmaður, fyrst á Tanganum (somu hús sum Marius Thomsen keypti) síðan úti á Kjalnesi. At Sámal soleiðis, fyri uttan at vera ein tann elsti maður í Føroyum, er hann ivaleyst eisini tann elsti handilsmaður her á landi. Og enn gongur hann sjálvur í krambúðini og ekspederar fólk, ið vilja keypa.
Fyrr í tíðini var ofta tikið til, at vána seyður gekk á Kjalnesi og Oyrareingjum. Men nú man neyvan finnast betri seyður enn Oyrareingjar- og Kjalnesseyðurin.
Eftir at hava fingið so nógv at vita, komi eg av óvart at spyrja, hvat hesi gomlu meina um politisku støðuna í Føroyum. »Og tegi við tær, lítli mín« halda bæði í munnin á hvørjum øðrum, »tað er einki um at tala, best man vera sum er! So hava vit hildið alla okkara tíð, og so leingi, sum vit orka vilja vit geva okkara atkvøðu fyri hesari áskoðan: Best man vera sum er.«
Merkismaður
Í minningarorðunum, tá ið Sámal doyði í 1935 varð m.a. sagt:
Av røttum kann sigast um Sámal, at hann var ein merkismaður. At tosa við hann var altíð stuttligt og forvitnisligt. Hann var ógvuliga væl inni i øllum viðurskiftum, var hátt mentaður maður, og tað besta honum dámdi, var at siga frá hendingum og tilburðum frá svunnum tíðum. Um vetrarkvøldini plagdi hópur av ungum dreingjum at vitja inn á gólvið hjá Sámali fyri at lurta eftir hansara frásøgnum. Sum góður føroyingur var Sámal allar dagar trúgvur sambandsmaður.
- - -
Ættin hjá Sámali
Sum vituligt er fekk Sámal við seks børnum nógvar eftirkomarar, summir nokk so kendir. Tað ber ikki til at greina ættina út í æsir, so her verða bert tikin onkur tilvildarlig brot burtur úr.
Sámal var fyrst giftur við Súsannu Jensdóttir (1843-1878) úr Kollafirði. Tey áttu seks døtur, og frá teimum er komin ein stór ætt.
Tær vóru:
a. Súsanna Malena f. 1862.
b. Johanna Samulina (1866-1951). Hon giftist við Hans Petur Hansen (1867-1939) á Strondum.
Tey fingu børnini
Súsanna Maria (1892-1899),
Niels Jacob Frederik Hansen (1894-1965),
Louisa Sofía (1898-1980), giftist við Sofus Christian Jensen á Strondum (1897-1953).
Millum hennara børn vóru Jógvan Jensen, leiðari á skattadeildini, Sanna Maria (1925-1984), sum giftist til Kollafjarðar við Jens Hendrik Djurhuus, Kirsten (1927-2008), sum giftist við Jeffri Henriksen
Samuel Sofus Martin Bernhard (1901-1969)
c. Jensina Christina f. 1869
d. Bernina (1872-1900). Giftist við Poul Knút Hammer á Toftum.
Tey fingu børnini
Michael (1893-1916).
Súsanna Samuelina f. 1895. Hon giftist við Johannes Joensen í Kollafirði. Tey fingu fýra børn. Elstur var ein ógvuliga kendur kollfirðingur, Jákup Vensil, sum giftist við Borghild, kalla Gugga, dóttir Christian Holm Joensen.
Christianna
e. Poulina (1874-1947). Hon giftist við Óla Johan Augustinussen. Tey fingu átta børn, og nógv sum Augustinussen munnu vera ættað frá teimum. Elsta barnið hjá teimum var Petur Jens Mohr f. 1896. Hann gekk burtur við Alduni í juli 1940. Hon var fyrsta føroyska skipið sum vit mistu av krígsávum undir seinna heimsbardaga. Jens var skipari. Kona hansara var Margretha, og eftir sótu fimm børn. Við Alduni vóru seks mans, allir úr Vági.
Olivia Poulina Maria f. 1907 giftist við Jacob Andreas Arge í Havn
f. Louisa (1876-1954), giftist við Thomas Michael Weyhe (1880-1966) í Vági.