Tí fekk Wenger leikbann

Her eru ljótu orðini, sum Arsenal-venjarin segði við dómaran, Mike Dean.

Tað var rok nýggjáraftan, tá ið West Bromwich í evstu løtu fekk tillutað eitt brotsspark í Premier League-dysti ímóti Arsenal. Jay Rodriguez umsettið brotssparkið til mál, og so endaði dysturin við 1-1-javnleiki.


Brotssparkið varð dømt tí at bólturin stakk í hondina á Arsenal-verjuleikaranum, Calum Chambers. Dómarin í dystinum, Mike Dean, hevur seinni viðgingið, at brotssparkið ikki var rætt dømt.


Les eisini: Mike Dean viðgongur stórt mistak


Eftir dystin var Arsenal-venjarin, Arsene Wenger, púra frá sær sjálvum, og enska fótbóltssambandið, FA, valdi at geva honum tríggjar dystir leikbann og smáar 340.000 krónur í bót fyri vánaligan atburð.


FA hevur nú valt at greiða frá hví Arsene Wenger fekk tillutað leikbann og bót, og í hesari frágreiðing verða endurgivin brot úr dómarafrágreiðingini, sum dómarin, Mike Dean, sjálvur hevur skrivað.


Brot úr dómarafrágreiðingini:


- Tá ið vit kom inn í skiftirúmini eftir dystin, stóð Mr. Wenger aftanfyri okkum í hurðini og bað West Bromwich-vaktin um at loyva sær inn. Hann lenaði seg ímóti mær, peikaði eftir mær og segði fleiri ferðir “tú ert ikki erligur”.


- Eg spurdi hann “So tú kallar meg ein svikara?”, og hann svaraði “Eg standi við tað, sum eg segði. Tú ert ikki erligur.” Síðani segði hann: “Tú hevur gjørt hetta ímóti okkum so ofta. Tú skalt vera professionellur. Tú ert ein skomm!”


Hjálpardómararnir, Ian Hussin og Simon Long, umframt fjórði dómarin, Christopher Kavanagh, høvdu givið somu frágreiðing sum Mike Dean, og hetta var nóg gott grundarlag hjá FA til at geva Arsene Wenger revsingina.