Tað kann vera torført hjá øllum teimum mongu í Føroyum, sum hoyra illa at vita hvønn tey skulu velja á løgtingsvalinum, tí tey fáa ikki fylgt við í orðaskiftinum Hvussu skulu tey, sum hoyra illa, vita, hvønn tey skulu velja á løgtingsvalinum tann 19. januar.
Tað er ein spurningur, sum Ráðið fyri Brekað nú roynir at seta ljóskastaran á í sambandi við, at valstríðið til løgtingsvalið verður harðari og harðari fyri hvønn dag, sum gongur.
- Tað er torført at fáa innlit í politisk viðurskifti, tá hoyrnin svíkur, tí tá er ringt at fylgja við í politiskum orðaskifti, sigur Nicolina Dahl, hoyribrekað, sum ger vart við síni sjónarmið eftir áheitan frá Ráðnum fyri brekað.
- Flestu borgarar fáa kunning um politisk viðurskifti gjøgnum útvarp og sjónvarp,
- Tí er verri hjá einum hoyribrekaðum yvirhøvur at fáa sær eina politiska meining, leggur hon afturat.
- Har krevst fyrst og fremst teksting á sjónvarpi í breiðari merking. Sum minsta mark mugu tíðindasendingar tekstast og tað átti at veri ásett við lóg, at valsendingar vera tekstaðar. Alt annað er ódemokratiskt, staðfestir Nicolina Dahl.
Nicolina Dahl staðfestir, at politiskur áhugi byrjar í nærumhvørvinum og tí eiga allir býráðssalir at hava hoyrnarlykkju!
- Umleið tíggindi hvør føroyingur hoyrir ikki nóg væl og talið er vaksandi.
Hoyrnarlykkja eigur sjálvandi at vera í tingsalinum til gagns fyri tingfólk og áhoyrarar.
Felagið fyri hoyribrekað heitir somuleiðis á tey, ið skipa fyri valfundum, um at hava hoyrilíkindini í huga og hava hoyrnarlykkju til taks.
Samstundis vísir hon á, at teknmálstulking hevur havt ovurstóran týdning fyri tey deyvu.
- Okkara atkvøða telur líka nógv sum hinar, sigur Nicolina Dahl.
Við Rás 2 fríggjadagin segði Barbara á Tjaldrafløtti, at Ráðið fyri brekað ætlar at seta seg inn í viðurskiftini hjá autistum, sjónveikum og hoyribrekaðum og vita, um tey fara á val, ella, hvussu tey velja.