Tøgn í samgonguni

Samráðingarnar um politisku støðuna slitnaðu í gjárkvøldið, uttan at verða komnir tættari eini semju, og í dag klokkan 11.00 vóru samráðingarnar uppafturtiknar. Men enn er einki at frætta úr fíggjarmálaráðnum. Samgonguflokkarnir togast øgiligt í hesum døgum um karmarnar til eina komandi fíggjarlóg. Í dag eru tríggir dagar eftir, til eitt uppskot skal liggja klárt í Løgtinginum, men enn er eftir øllum at døma eingin semja at hóma.

Í gjárkvøldið slitnaðu samráðingarnar seint á kvøldi, eftir at meirilutin í fíggjarnevndini bleiv koyrdur til hús, og floksformenninir sótu eftir, tað seinasta av samráðingunum. Men hetta leiddi ikki til nakra semju.

Jóannes Eidesgaard segði við Miðlahúsið stutt áðrenn fundarbyrjan í morgun, at einki nýtt var at frætta, tí flokkarnir komu ikki tættari eini semju í gjárkvøldið.

Miðlahúsið hevur í dag roynt at fingið eina viðmerking frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, samráðingarleiðara og fíggjarmálaráðharra og Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, men eingin teirra hevur nakra viðmerking til politisku støðuna. Sum skilst, er eingin semja at hóma enn, hóast ber tríggir dagar eru eftir, til eitt uppskot skal fyriliggja í Løgtinginum.

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og politiskur eygleiðari, sigur við Miðlahúsið í dag, at hann heldur tað verða órealistiskt at vænta, at ein semja kann finnast so stutt áðrenn freistin er úti.