Tí gráta øll í X Factor

X Factor kappingin er ikki bara sangur og show ? tað er eisini tár og grátur. Men hví gráta øll í X Factor? Vit hava spurt ein sálarfrøðing um tað. Vit sóu tað fríggjakvøldið. Tá ið avgerðin í X Factor kappingini varð fallin, trillaðu tárini, luttakarar tútbrølaðu, dómarar lippaðu, og øll gingu og klemmaðu hvønn annan. Tað minti mest um eina jarðarferð.

 

Men hvat er tað, sum X Factor kappingin ger við luttakarar og dómarar. Hví eru kenslurnar so sterkar, og hví endar tað við grátini ? og ja, næstan tannagrísli.

- X Factor er undirhald, sum allatíðina roynir at byggja sterkar stemningar upp. Tað eru nógvir forvæntningar um at klára seg væl, at verða sæddur og at verða kendur. Og tað setir so gongd á nógvar kenslur hjá luttakarunum, sigur Heri Kragesten, sálarfrøðingur, við Rás2.

 

- Tann tætti spenningurin, sum liggur í sendirøðini og í hvørjari einstakari sending kuliminerar, tá ið kappingin endar, og ein luttakari skal heim. Luttakararnir arbeiða nógv saman og eru líkasum í sama báti, og tí fáa kenslurnar eina forsterkandi effekt millum hesi fólkini, sigur Heri Kragesteen.

 

Hann heldur, at tað er ikki vist, at øll gráta, tí tey eru kedd um, at ein luttakari skal heim.

 

- Eitt eitur gleðistár. Tár kunnu signalera spenning á ymsan hátt. Bæði spenning, sum er uppbygdur av sorg og sakni, og spenning, sum er uppbygdur, tí nú eydnaðist tað, sigur hann.