Æt hann "Tróndi"?

Kári Leivsson

--------------

kann lesarin við rætti spyrja, nú føroyskir fjølmiðlar skriva um "standmynd av Trónda".

Um navnið bendist "um Trónda - frá Trónda - til Trónda", má niðurstøðan vera, at høvdingin man hava itið "Tróndi" í hvørfalli.

Men tó avdúkar nærri gransking í Flateyjarbók, at høvdingin ið har búleikast eitur "Þrándr" - á nútíðarføroyskum: "Tróndur".

Og sostatt mega mætir nútíðarmenn veita honum virðing við at benda navn hans rætt:

"Tróndur - um Trónd - frá Tróndi - til Tróndar" .

Tað eitur jú "Tróndargøta" og ikki "Trónda-gøta".