Tú hevur virði

“Og hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Bárak, Samson, Jefta og Dávid og Sámuel og profetunum, sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu fyrijáttanir, byrgdu munnin á leyvum, sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, VÓRÐU STERKIR AFTAN Á VEIKLEIKA, GJØRDUST VELDIGIR Í STRÍÐI, FINGU FÍGGINDAHERAR AT VÍKJA. (Hebrearabrævið 11, 32-34)

Joni Eareckson Tada skrivar einastaðni soleiðis: “Í stilla skýli sínum snarar Diane spakuliga høvdi sínum á koddanum, og lítur móti uppslagstalvuni á vegginum. Eygu hennara avmynda hvørja einastu mynd ið har hongur, - hvørt einasta táravætað pappír sum við umhugsan er sett upp eftir rekkju. Hon biður. Sníkjandi avmarkingarnar í sclerosu-sjúku hennara økjast ár undan ári. Fingrarnir eru stívir og boygdir. Røddin ikki meiri enn ein teskan.

Hugdu fólk eftir henni høvdu tey helst sagt: “So keðiligt. Hennara lív hevur onga meining”. Men Diane er sannførd um, at hennara lív hevur virði – at hennara arbeiði við bønini telur. Hon flytur fjøll, sum forða vegnum hjá trúboðarum. Hjálpir við at lata upp eyguni á teimum andaliga blindu í landsynningspartinum av Asien. Skumpar myrkursins ríki burtur, sum annars skapar myrkar gøtur fyri bandarnar í eystara parti av Los Angeles. Diane er ein frontkempari, sum ger gøtuna greiða fyri Guds ríki.

Henda kvinnan hevur sítt pláss í heiminum, og tað ger einki, um onnur kanska ikki leggja merki til virðið hennara. Hon er ein teirra, sum kundi sagt soleiðis um bústað sín: New Hampshire, USA, Vesturheimurin, Jørðin, Sólskipanin, Alheimurin, Guds sinnalag. At hava bústað í “Guds sinnalagi” eigur at seta ein á tað mest týðandi staðið, ein yvirhøvur kann tosa um.

Ein hevur sagt tað soleiðis: “Tað hevur størri týdning at VERA enn at GERA. Sangarin telur meiri enn sangurin. Vit mugu heldur gevast við at renna undan, tí vit eru her fyri at læra! Tað er í bønini at vit fáa eygu á tann týdningin, vit hava havt alla tíðina sum børn hjá einum Kongi.

Kanska vit ikki til fulnar skilja meiningina við øllum úrslitunum, men vit mugu skilja, at einki úrslit er uttan meining – og at vit hava virði!”

(Kelda: ucb.dk)