Tá ið »Føroyabanki« – Bank Nordik (Harra Guð!) flutti til Amager

»Tað kemur mær fyri – mangt og mikið er løgið!« Segði Grunnlendisbóndin – Jógvan Høgnesen í Oyndarfirði.

Frits Johannesen

Ja, tað kemur okkum fyri... nú Bank Nordik í Fuglafirði flutti til Amager, at mangt og mikið er løgið. Tað tykist mær, at hesin banki er farin at reika eins og Eik banki gjørdi tað undan skammlopinum, sum kollrendi hendan banka. Hann komi til mín, at hetta ikki hendur við hesum okkara banka, sum stóð á fiskastykkinum hjá Gamla Sámal Peturi í Fuglafirði í meira enn fimmti ár. Men eg fari at siga við landsins myndugleika, at hava eyguni eftir hesum og kanska seta eitt dugnaligt fólk... eina dugnaliga kvinnu við einari super teldu at fylgja við hesum krónum, hvar tær reika, hvussu háttalagið er á hesum oyrum og á teim­um, sum skulu stýra hesum peningi. Tað skuldi einki for­gjørt verið í hesum, nú stórur partur av tí kapitalistiska heiminum fyri stuttum hevur verið á tromini. Tað koma eygu aftan á okkum – tað kemur eitt ættarlið eftir okkum, tí ræður um at ansa sær.
Minnist til: Krónan svevur við opnum eygum!!! Sagt varð um mann, sum svav við opnum eygum, at hann skuldi enda sínar dagar á sjónum. Hetta ynski eg ikki fyri hendan banka, sum hevur tænt mær í meira enn fimmti ár og eg honum.

Djurholm og Johan
Ja, tað var tann dagur, tá ið Lasse Djurholm og Johan Hansen komu inn í Gróthúsið hjá Gamla Sámal Peturi í Fuglafirðri uml. 1960 og tænti fólkinum her á staðnum. Teir høvdu ein lítlan kliva at vera í, og var tað næstan, sum at verða tikin til altars at koma inn í hetta heimsins minsta kapitalistiska skattkamar og verða væl havdur av tveim­um mentamonnum. Djur­holm sat har eitt sindur reyðskrámutur og skrivaði. Hann førdi protokollina, með­­­an vit við tí fyrstu banka­bókini stóðu har við diskin og hildu um hetta reyðagull sum okkara dýsasta skatt. Hin blíðsnýðuti, Jóhan, kvik­ur í vendingi við tí dupult­knappaða jakkanum, snúi sær so kvikliga á millum hin morreyða diskin og Djur­holm. Tað var eitt ávíst ment­anar­ligt rák í hes­um kroppum, sum var rót føroyskt. Lassin hevði somu ferð, hann skrivaði – helt penninum á skák, so pennurin gjørdist eitt sindur lágbeintur, men rætt skuldi alt verða millum debet og kredit, hóast, at tað tyktist eins og tíðin stóð still, so var alt væl hagreitt. Tá ið dagur var liðin, læstu teir báðir alt væl av í pengaskapið, og fóru útaftur á Skálafjørðin við tign og mæti.
Her var byrjanin ... og so var stórur bygningur bygdur á fiskastykkið hjá Gamla Sámal Peturi. Alt bleiv størri og størri. Fólk komu afturat – Johan Hansen fór út aftur til Saltangará, og Johan Sim­onsen bleiv deildarleiðari. Seinni Leivur Højgaard og nú, ið boðað var frá, at deildin her á staðnum skuldi lata aftur, var Óluva Jacobsen bólkaleiðari.

Úr Fuglafirði til Amager
Ja, tað er ikki hissini at flyta hesa tænastu úr Fuglafirði til Amager.. og eftir øllum sólarteknum er hetta ein skeiv avgerð at niðurleggja hesa deild við so fryntligum, dugnaligum og snøggum kvinnum, sum hava hjartað á rætta staðnum. Eg hoyrdi annan stjóran... John Rajani? hevda, at kundatænastan fór at blíva betur og fólk fingu frægari viðgerð o. s. fr. av hesi flyting via Saltangará til Amager, sum eg ikki haldi er rætt. Hetta er reint sagt ... tvatl!!! (Minnist til, at bankastjórar kunnu næstan siga alt, gera alt og fáa altíð upp í posa og sekk, tá ið av todnar)
Samskiftið og vitanarstøðið í Bank Nordik er fáastaðni betri enn í Fuglafirði.. og upp­aftur løgnari er tað, tá ið fólkatalið í Fuglafirði er 3% av Føroya fólki, og vit eiga 15% av tjóðarinntøku føroyinga, so tykist tað mær sera løgið, at leiðslan ger hetta ímóti okkum. Er tjóðarinntøkan í Saltangará á sama støði? Hví leggja tit ikki deildina niður í Saltangará og flyta hana til Fuglafjarðar? Leggur tú Leirvík og Gøtu afturat hesum øki, so hevur tú størsta ídnaðardepil í Føroya landi, (Leirvík og Gøta hava eisini mist sínar deildir) so kunnu tit breggja tykkum av at 80.000 sálir á Amager verða viðskiftafólk tykkara á Amager... kanska eiga hesi fólk einans 10 kr á bók... hetta er ikki nóg mikið til eina pitsu.

Tøkk
Til tykkum, sum dagiliga í »Føroya banka« í Fuglafirði hava tænt okkum øll hesi ár, vil eg takka hjartaliga – so hjartagóð tit hava verið. Tit hava verið tey rætttrúgvandi bankafólkini -ærukær, blíð, væl ílatin, anga av alskins luktilsi og so fróðarkøn tit hava verið. Æran er fagrasta træ í skógini og tann, sum æru býður, er æru verdur, og teimum, tú nýtur gott av, skalt tú rósa.... eg rósi tykkum .. men , men Amager. Nei!