Tá ið mentanir hittast

Øll hava gott av at uppliva aðrar mentanir, og tað er eingin forðing at hava børn, tá ið tú slítur teg leysan. Tað sigur Durita Holm, sum hevur skrivað eina bók um sítt lív í einari lítlari Suðurspanskari bygd nevnd Monachil. Eitt evni í bókini er um ymsar mentanir, sum hittast, og Durita eggjar til humanismu og tolsemi

Durita Holm hevur aftur gjørt tað. Hon hevur kastað seg út í eitt nýtt ævintýr og skrivað eina bók um sínar upplivingar.
Hon gjørdist kend, tá hon sigldi kring jørðina í trý ár. Á ferðini hitti hon Erik og saman fingu tey dóttrina Freyu, sum hon átti á ferðini. Nú býr lítla familjan í einum gomlum, hvíttkálkaðum húsum í einari lítlari fjallabygd undir teimum høgu og stórslignu Sierra Nevada tindunum í Suðurspania. Og tað hevur hon skrivað eina bók um.
Bókin kallast »Á smølum andalusiskum gøtum«. Durita fortelur um lívið í bygdini, um fólkini, teirra søgu, sermerki og upplivilsini, sum standast av at liva millum fólk við eini heilt øðrvísi mentan.
? Karmurin um bókina er okkara lív. Tað tætta og tað, sum vit uppliva dagliga. Smáar anekdotir. Men eg royni eisini at bakka eitt sindur út og sigi frá søguliga upprunanum hjá hesum fólkum. So tað er eitt sindur ping-pong aftur og fram. Vónandi verður lesarin fangaður av tí, so hann eisini lærir eitt sindur, sigur Durita Holm.
Í grundini er bókin skrivað, tí forlagið Borgen var so væl nøgt við fyrru bókina um ferðina kring gongustjørnina. Men Durita hevur eisini ein boðskap við hesi bókini. Hon vil fortelja fólkum, at pláss er fyri øllum í heiminum.
? Kanska er bókin mest um, hvat hendir, tá ið mentanir hittast. Hetta er ikki ein politisk bók, men eg hava sum mál at eggja til humanismu og tolsemi millum fólk. Vit tosa øll um globaliseringina, men heimurin hevur ilt við at venja seg við hana. Tað kann hesin landsluturin kanska læra fólk eitt sindur um, sigur Durita Holm.

Meldur av virðum
Sjálvt møtið millum ymsar mentanir hevur stóra áhugan hjá Duritu og í so máta er Andalusia eitt sermerkt øki. Í 800 ár var hálvoyggin meira ella minni muslimsk, og bókin fer aftur í søguna. Greitt verður frá mentanini hjá maurunum, sum var ein blómandi fyrimynd hjá restina av Evropa, til tey kristnu, øst av tankanum um heilagt kríggj, endurhertóku oynna í 1492.
? Í hesum landslutinum livdu muslimar, jødar og kristin lið um lið. Alt økið blómaði nettup í meldrinum av ymiskum áskoðanum og virðum. Fólk livdu saman og stuðlaðu hvørjum øðrum. Hetta var eitt gott gróðrarlendi fyri menning, og tað kundu vit lært nógv av í dag, sigur Durita Holm.
Men bókin snýr seg eisini um so nógv annað, leggur Durita dent á. Hon filosoferar um lívið og um tað at liva, so tú verður nøgd, og hon snýr seg um tað at velja. Hon og familjan valdu at fara til Andalusia, tí tey fullu fyri náttúruni, umhvørvinum og góða veðrinum.
? Vit hava ferðast nógv og vildu gjarna fordjúpa okkum í einari aðrari mentan. Her eru høg fjøll, vit kunnu standa á skíð ella fara á strondina. Býurin Granada, sum liggur beint við, er fantastiska vakur, so vit fáa møguleika at uppliva bæði bygd og bý, sigur hon.

Børn ongin forðing
Sjálv hevur Durita valt at liva akkurát soleiðis, sum hon hevur hug. Í løtuni fjarlesur hon fólkalívsfrøði í Oslo, hon býr í Spania og skrivar eina bók um seg sjálva, sína familju, grannarnar og heimin.
Alt hetta hendir, meðan hon er mamma og hevur ábyrgdina av einum barni, sum skal alast upp. Men tað er als eingin forðing, leggur hon eina við.
? Tað er einki problem! Øll kundu gjørt tað. Serliga tey, sum búgva í Havn, tí tey kunnu leiga húsini út, sigur hon og flennir. Børn eru eingin forðing. At flyta runt í heiminum og uppliva er mennandi fyri bæði børn og vaksin, sigur Durita.
Seks ára gamla Freya, sum hevur langt og ljóst hár, stórtrívist millum sínar myrku sponsku vinir, hevur lært málið og gongur í skúla. Hon hevur hvørki Nintendo, video ella telduspøl, og tað dámar Duritu væl.
? Eg vil ikki vera ein partur av tí materiella trýstinum, sum liggur á børnum í Oslo og sikkurt eisini í Føroyum, sigur hon.

Minni jantelóg
Durita fær tíðina at ganga við at lesa, skriva og dyrka grønmeti, ganga og súkkla túrar. Og uppliva. Náttúran er ein inngrógvin partur av henni, og her sær hon havsbrúnna hvønn dag. Tað er alneyðugt, tá tú kemur úr Føroyum, heldur hon, men annars vil hon vera við, at fólkini á ein hátt hava víðari sjónarring enn føroyingar.
? Her er minni jantelóg. Eg haldi, tað hongur saman við, at protestantisman, sum er ráðandi í Føroyum, sigur okkum, at øll eru líka fyri Gudi. Soleiðis er ikki hjá katolikkunum. Í Føroyum halda vit, at øll eru líka og dyrka tað. So skal eingin halda seg vera nakað meira. Er okkurt øðrvísi við okkum, so halda vit tí aftur. Hjá teimum er øvugt. Her eru tey absolutt ikki líka, og tað leggja tey dent á. Her vísa tey, at tey eru fátæk, rík ella eiga jørð. Um tey eru høg ella lág. Tað ymisliga er náttúrligt. Tey góðtaka til dømis, at eg gangi í stuttum kjólum og drekki øl, tí eg komi frá einari aðrari mentan, sigur Durita Holm, sum heldur, at vit kundu lært eitt sindur av tí.
Durita hevur lagt leiðina hendan vegin, tí bók hennara skal leggjast fram. Føroyska útgávan er longu í bókabúðunum. Í dag kemur hon út á donskum, og Durita skal á bókastevnu at leggja hana fram. Við sær á ferðini hevur hon dóttrina Freyu. Maðurin er í Noregi, har hann leggur sína egnu bók fram. Skjótt fara tey aftur til Suðurspania, har tey ætla sær at vera nøkur ár. Tað er einki problem!