William Smith
Yvirskriftin bendir kanska á, at sjónvarp tekur av útvarpi sum formidlari av upplivilsum. Undirskilt soleiðis, at sjónvarpið hevur fyrimunin av at lýsa søguna bæði í orðum og myndum. Vit fáa sjón fyri søgn. Útvarpið sigur bara søguna. Umhvørvið og umstøðurnar, søgan fer fram í, mást tú ímynda tær. Men tá ið útvarp er best, kveikir søgan í tínum huga myndir, ið taka av teimum neyvt tilkliptu myndunum, sum myndatólini fanga teg í. Soleiðis er sendirøðin ‘Meg minnist’ við Jógvani Ingvard Olsen. Og takk fái navnin, Jógvan Arge, ið førir siðaarvin eftir útvarpslegenduna Niels Juel Arge víðari.
Sjáldan, um nakratíð, havi eg hoyrt frásøgumann siga so livandi frá, at tú sjálvur livir við í søguni. Tú situr rúnabundin og lurtar. Her angar av hoyggi og torvi. Tú hoyrir súðin og meldurin í sjóvarmálanum og kennir brotasjógvin rykkja í skipsskrokkin. Tú ert umborð og kennir roykin í lugarinum og saltráman av stórhavinum. Jógvan Ingvard sigur frá, sum tá ið Hemingway er bestur. So livandi og einkult. Humorin liggur undir sum eitt fjálgt eygnabrá, og virðingin og tokkin til teirra, ið flokkast í søguni, eyðkennir søgumannin. Einki uppgjørt, einki hóvasták og sjálvur framburðurin kann best sammetast við málsligu perluna ‘Feðgar á ferð’ eftir Heðin Brú.
Lukkutíð at sjónvarpið ikki fekk hugskotið til at seta myndir á søguna hjá Jógvani Ingvard, áðrenn Jógvan Arge heitti á hann. Nú kunna vit gleða okkum til næstu bergtakandi, myndaríku útvarpssendingina – og endursendingarnar við.