- Sláimaskinan kann ikki longur vera álitið sum fíggjarpolitiskt amboð, og tí mugu onnur amboð verða tikin í nýtslu. Tað sigur Búskaparráðið í sambandi við heystfrágreiðingina. Og Búskaparráðið sigur víðari, at um vit ikki fara frá plenuklipparanum, so verður meira enn torført at røkka politiska málinum um, at hallið hjá landskassanum skal vera burtur í 2015. Landsins politikarar mugu taka støðu til, hvørjar tænastur tað almenna skal veita, og síðani skipa og tillaga almenna bygnaðin eftir tí.
- Trúvirðið aftan fyri fíggjarpolitikkin skal nú standa sína roynd. Styrkiroyndin hjá landsins politikarum verður at taka støðu til, hvørjar almennar tænastur skulu veitast, og síðani tora at tillaga almenna bygnaðin eftir tí, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at skal hallið vera burtur í 2015, so er fíggjarpolitiska árinið, at tiltøk fyri 750 mió. kr. skulu gerast komandi fimm árini. Tað vil siga, at tiltøk skulu gerast fyri 150 mió. kr. árliga. Hetta fer at ávirka bæði inntøkur og útreiðslur.
- Umfatandi bygnaðarligir reformar skulu til, skulu tiltøkini ikki gera størri skaða enn gagn, sigur Thomas Dam.
Her eru nøkur ítøkilig uppskot:
Tiltøk, ið hækka almennu inntøkurnar:
? Rúmligari skattagrundarlag
? Tilfeingisgjøld
? Bústaðarskattur
? Umhvørvisskattir
? Lutvís brúkaragjøld á almennar tænastur.
Tiltøk, ið lækka almennu útreiðslurnar:
? Óbroyttur útreiðslukarmur
? Størri almennar eindir
? Almennur stuðul og veitingar heftast at fíggjarstøðu hjá móttakara
? Bygnaðarbroytingar á stóru útreiðsluøkjunum
? Heildarkarm fyri land og kommunur.
Tiltøk, ið fremja búskaparvøkstur:
? Broyta karmarnar um fiskivinnuna, so hon virkar eftir marknaðarligum treytum, bæði tá ið talan er um hvussu veiðiloyvini verða tillutað, hvar fiskurin verður avreiddur og hvar hann verður tilvirkaður
? Veiðitrýstið á fiskastovnarnar skal verða burðardygt.
Frágreiðingin kann lesast við at