Hetta skal tryggja okkara heimarætt og okkara virkisrætt millum heimsins tjóðir. Ikki allir flokkar leggja dent á hetta, Javnaðar- og Sambandsflokkurin siga tað ongan týdning hava, tí, siga teir, vit vita okkara millum at vit eru ein tjóð, tað er óneyðugt at siga tað hart, hóast hanin gelur. Ja, góðu javnaðar- og sambandsfólk, tað fløvar, at tit í hjartanum viðurkenna at vera føroysk tjóð. Tað er bara ikki nóg mikið í nútíðarligu heimskringini at vera samd um hetta innantanna. Til fullan myndugleika í samskiftum við onnur lond krevst formligur, skjalfestur, altjóða viðurkendur rættur. Og tann rætturin er enn ikki í okkara egnu hondum, hann er í øðrum hondum nevniliga donskum, og harvið eru vit heft. Hetta darvar okkum í politisku, mentanarligu og vinnuligu menningini.
Tjóðskaparrørslan kom til Føroyar úr Danmark og festi djúpar røtur her. Hon hevur stríðst fyri føroyskari mentan, sjálvbjargni og sjálvsvirðing í 100 ár og tað ger hon enn. Í 1910, tá ið hart leikaði á móti tí føroyska undir sambandsmeirilutanum, segði Símun av Skarði í "Hugsan mín á tingi":
Blindaða fólk, sum livir í
trúgv,
at hetta valdið skal reisa títt
búgv!
Tú sært ei ta stóru
sálarneyð,
at líðandi glíður tú mót
tínun deyð?,
at dýrasta ogn tín traðkast í skarn,
at heimleyst verður títt
egna barn.
Alla farnu øld helt stríðið fyri heimarættinum fram. Í 1984 skrivaði Erlendur Patursson:
Vit mugu venda okkum ímóti, at land okkara er gjørt til "område", og ímóti, at tjóð okkar er gjørd til útlendingar, sum búgva í hesum "område".
Enn eru vit "område" so skjótt, sum talan er um uttanlandsviðurskifti, og tað er tað alla tíðina í dag. Tjóðveldisflokkurin gongur á odda í tí grundleggjandi stríðnum fyri at broyta hetta, og tíðin er við okkum. Tíðin kallar á Føroya fólk, eins og summarmorgunin kallar fram fuglasang og døgg. Aðrir føroyskir flokkar merkja tað eisini og teir flyta seg. Tjóðveldisflokkurin hevur gjøgnum tíðina lagt lunnar undir stórmál, sum hinir flokkarnir síðani hava fylkt seg um og tikið undir við - sjómarkið, undirgrundin - og nú er búningartíðin komin hjá tí størsta málinum - fullveldismálinum. Vit koma ikki longri í búning sum tjóð undir donskum yvirræði. Vilja vit ikki træna, standa í stað og fara aftur sum tjóð - hóast kanska rík við pengar -, so er at taka fullan myndugleika yvir okkum sjálvum og okkara ognum. Tíðin er búgvin til ein fulltiknan føroyskan politikk og avbjóðingarnar hann setur. Tá kunnu vit fáa ein javnaðarpolitikk, ið er annað enn at javna ójavnar við donskum pengum, ein borgaraligan politikk, sum ikki leggur ein part av ábyrgdini uttanlands.
Simulator-skeiðið er liðugt! Tíðin er komin, til at føroyingar taka við landi sínum.