Sprotin hevur nú latið gjørt eina app við orðabókum, sum forlagið hevur givið út.
Appin er ókeypis fyrstu tíðina og kann nú takast niður á snildtelefonina ella teldilin.
Í appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt 3 føroyskar orðabøkur. Samheitaorðabókin er júst løgd inn, so nú eru fleiri enn 600.000 leitorð í orðabókaskipanini.
Sniðið í appini er einfalt og lætt at nýta. Funkur, sum eru í netorðabókunum, eru eisini í appini – til dømis føroysk bendingasnið til flestøll føroysk leitorð, tú kanst deila orð á sosialu miðlunum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í.
Appin er á føroyskum og enskum.
Nýggj tíð
Jonhard Mikkelsen, sum er stjóri fyri forlagið Sprotan, sigur, at orðabøkurnar mugu fylgja tíðini og vera har, ið fólk eru stødd tøkniliga.
- Vit hava roynt at fylgt við og verið á teimum miðlum, sum fólk brúka. Vit hava 7.000 brúkarar um vikuna av okkara orðabókum á netinum, og fyri trimum árum síðani sóu vit týðuliga, at vit máttu koma á fartelefonir og teldlar eisini, sigur Jonhard Mikkelsen.
- Fólk flyta seg skjótt tøkniliga og krevja at fáa tað, tey hava brúk fyri, á teir nýggju miðlunum, og tí mugu orðabøkurnar eisini fylgja við. Tíðin er l farin frá orðabókunum á hillini, sigur hann.
Aðrastaðni í Vikuskifti verður nýggja appin ummæld.