Tíðindafundur klokkan 11

Klokkan 11 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum um støðuna viðvíkjandi koronavirusinum í Føroyum

Á tíðindafundinum verða Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, og Michael Boolsen, fúti. 

Tað eru einans fjølmiðlafólk, sum kunnu møta til tíðindafundin, men Kringvarpið sendir beinleiðis frá fundinum í sjónvarpinum og í útvarpinum.