Tíðindafundur: Ongin áhugi fyri Føroyum

Tað møtti ongin norskur journalistur til tíðindafundin hjá Føroyum

Føroyska landsliðið  hevur havt tíðindafund á Ullevaal leikvølliunum í Oslo, men tað er ongin áhugi fyri føroyska tíðindafundinum. Ongin journalistur úr Norra møtti. Tó skal sigast, at avtalur eru gjørdar við ávísar norskar miðlar. Fyrstur at taka orðið var Lars Olsen.

- Vit hava brúkt tríggjar teir seinastu dagarnar í Danmark, har vit hava fyrireika okkum. Allir spælarar eru tøkir og klárir. Um Norra kann eg siga, at teir eru favorittar. Teir hava ikki tapt á heimavølli í longri tíð, sigur Lars Olsen og Odmar Færø tekur undir við honum.

- Vit hava havt nakar góðar dagar við fyrireikinum, og eg vóni at vit klara at enda væl, sigur Odmar Færø.

Norski landsliðsáleyparin, Joshua King, kallaði dystin fyri ein venjingardyst, tí tað er so lítil sannlíkindi fyri, at Norra kemur víðari.

- Eg vænti ikki tað verður lættari fyri tað. Teir eru á heimavøll og vilja vísa seg fram fyri sínum egnu áskoðarum. Sum Odmar Færø hevur sagt, vit vilja enda væl. Vit spældu væl á heimavølli móti Norra, sigur Lars Olsen.

Odmar Færø skal spæla móti Erling B. Håland, sum er í stórformi, og móti Norra, har hann hevur spælt seinastu tveir dystirnar.

- Tað verður ein stór avbjóðing. Ikki bara fyri meg sum verjuspælara, men fyri okkum sum lið. Hetta er sum allir aðrir dystir, men tað er eitt sindur serligt at eg havi spælt í Norra í eitt ár. Vi spæla móti landsliðnum, og teir spæla næstan allir uttanlands. Vit skulu bara fyrireika okkum til at møta einum sterkum liði.

Landsliðið hevur nú sína seinastu venjing.