Tíðindaskriv um eykafloksting Tjóðveldisfloksins

Tjóðveldisflokkurin
Jóannes Dalsgarð, aðalstjórnarformaður

Eftir at ivi er sáddur alment um heimildir og tíðarfreistir fyri innkalling til eykafloksting Tjóðveldisfloksins, hevur Starvsnevnd Tjóðveldisfloksins havt fund um málið og hevur havt samband við aðalstjórnarlimir kring landið.
Starvsnevndin er samd um, at mannagongdin hevur verið røtt. Men til tess at sleppa undan, at nøkur løgfrøðislig togtogan skal taka seg upp, og til tess at rudda allan iva av vegnum um formlig viðurskifti, verður eykaflokstingið, ið varð lýst at vera 20. nov. 2004, avlýst.
Ístaðin verður boðað til nýtt eykafloksting sambært teimum freistum og mannagondum, ið lógir Tjóðveldisfloksins sambært §7 áseta fyri regluligt floksting.
Tískil verður hervið boðað frá, at eykaflokstingið verður:
leygardagin 18. desember 2004 í Tórshavn við hesi skrá:
1. Aðalstjórnarformaðurin setur flokstingið
2. Val av tingformanni og skrivara
3. Val av næstformanni Tjóðveldisfloksins
4. Innkomin mál - harundir broytingar í lógum Tjóðveldisfloksins
5. Upplegg og orðaskifti um andstøðupolitikk Tjóðveldisfloksins við atliti at:
- fullveldismálinum
- búskapar- og vinnumálum

Uppskot og innkomin mál skulu vera aðalstjórnarformanninum í hendi í seinasta lagi leygardagin 4. desember 2004.