Tíðindaskrivið Ellisakfør

Tíðindaskrivið Ellisakfør verður í hesum døgum sent út til limirnar í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Talan er um 17. árgang av blaðnum, sum er í A5 stødd við 36 blaðsíðum.

Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um tiltøk felagsins, sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum bæði í Føroyum og uttanlands.


Áhugafelagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út limabløð øll árini.


Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen, næstformaður er Hans Korsgaard, Páll Danielsen er skrivari, Hans Jákup Michelsen er kassameistari og Finn Jespersen er nevndarlimur. Eykalimir eru John Christiansen og Búgvi Apol. Heimasíðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com