Tá Inna var klovn!

Klumma

Eitt av mínum heldur øðrvísi summararbeiðum var í einum tivoli. Heima í Sørvági bleiv tað bara til: "Ja, Inna, hon arbeiður sum klovn". Men faktiskt var tað løgni stjórin í tivoli, sum var klovnurin, og vit onnur vóru bara noydd at hava klovnanøs á. Hon reyk av líka so skjótt, sum stjórin hevði vent okkum ryggin.


Eg var forferdiliga vánalig til arbeiði sum klovnahjálpari. Ein av uppgávunum var at stýra einari rúmdraket ígjøgnum eitt "Jurassicpark"-líknandi landslag. Míni ferðafólk ristu bara við høvdinum, tá tey fóru út gjøgnum hurðina - eg royndi at goyma meg aftanfyri róðri, men sá og hoyrdi, tá tey søgdu: "Hon snaraði rakettina til høgru, tá hon skuldi kava til vinstru ..."

Løgni stjórin var umborð einaferð, og aftan á tað slapp eg ongantíð aftur at stýra rakettini. Gott at man ikki satsaði uppá at gerast pilot!

Ein onnur av uppgávunum var at halda urtagarðarnar vakrar fyri gestunum. Har var eg íðin - og kanska eitt sindur ov íðin, tí tað lukkaðist mær at lúka blómur fyri túsundatals krónur vekk. Helt, at tað út sum hømilia, men tað var ein dýrabar blóma, sum løgni stjórin heilt víst ikki vildi av við.


Eitt, sum eg tó dugdi, var at selja. Kanska ikki so ivrig, men ongin kærdi seg um candyfloss ella byrsurnar, tey nýttu at skjóta blómurnar niður við.


Tað býttasta, eg gjørdi, var tó móti endanum av sumrinum Tá veddaðu eg og ein av ungu, bangnu stavsfelagunum hjá mær um, hvørt hann tordi at hoppa bungyjump. Tordi hann, skuldi eg eisini. Eg væntaði ALDRIN at hann fór at hoppa. Men brádliga gevur hann mær brillurnar, tømir lummarnar og fer upp í kranabilin og verður lyftur 40 metrar upp í luftina. Eg var í sjokk, men visti at eg var næst!

Bebbarædd skrivaði eg undir upp á, at um eg doyði, hevði eg bara mær sjálvum at skylda, og lat meg í beltini, sum skuldi halda mær á lívi.

Eg bíðaði til vindurin var tann rætti og hoppaði út yvir parkeringsplássið. At hoppa soleiðis var onki minni enn fantastiskt - beint tá! Men um kvøldið kom eg í tankar um eina týdningarmikla detalju - eg hevði biholsbetendilsi! Av! Av! Av! sigi eg bara! Bungyjump+biholsbetendilsi = NoNo!

Summarið bleiv til heyst, og eg var ein av teimum síðstu, sum gavst í tivolinum. Løgni stjórin var ikki so løgin longur - ella var tað kanska eg, sum var vorðin líka løgin!

Summarið 1992 var mítt fyrsta og síðsta sum klovnahjálpari. Hví, gita tit nokk sjálvi!