Tá Jógvan Norði sakk vestanfyri

Línubáturin, Jógvan Norði, var staddur einar 10 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, tá skipið í oktober mánaða fyri tveimum árum síðan fór at leka og sakk undan 14 monnum

Skipsbrot

Teir høvdu havt fimm setur og ætlaðu at gera eina setu aftrat, tá ið maskinmaðurin umborð línubátinum, Jógvani Norði, varnaðist, at sjógvur lak inn í maskinrúmið.
Línuskipið, Klakkur, var nærmasta skip; hann var einar sjey fjórðingar burturi.
Skipari á Jógvani Norði hendan feigdartúrin var Karl Martin Joensen, og hann greiddi soleiðis frá hendingini fyri tveimum árum síðan.
- Fyrstu løtuna sá kanska út til, at vit kundu halda skipinum lens, um vit fingu pumpur umborð, men skjótt sást, har var einki at gera. Sjógvurin fossaði inn, og tað var bert ein lítil løta, so var dúrkið í maskinrúminum undir. Løtu seinni stóð sjógvurin uppá hálvan motorin.
Manningin fór av skipinum umleið ein hálvan tíma eftir, at teir varnaðust lekan. Hann var landnyrðingur í ættini, og slætt var í sjónum. Allir 14 menninir, sum við vóru, fóru í yvirlivilsisdraktir.
Í bølamyrkri noyddist manningin á Jógvani Norði niður í bjargingarbátin, men teir vistu, at Klakkur nærkaðist, og skjótt gekst hjá teimum at finna bjargingarbátin, tá ið teir komu á staðið.
- Tað var ein undarlig sjón at síggja skipið, tú hevur verið við í fleiri ár, søkka. Jógvan Norði stóð beint uppeftir enda við gronini upp úr sjónum í einar 20 minuttir, áðrenn skipið sakk, segði Karl Martin Joensen, skipari.