Tú kanst talgilda tín bý í Hugskotinum

Verkætlanini - Talgilda tín bý - verður í Hugskotinum í døgunum frá 9. september til 28. oktober.

 

 

- Arbeiðir tú við einum hugskoti til eina talgilda loysn, sum ger býin snildari, betri ella burðardyggari? Ella hevur tú eitt talgilt hugskot, sum ger gerandisdagin lættari, snildari ella skjótari?   

Situr tú við onkrum av hesum hugskotum, hevur tú møguleikan at søkja um luttøku í verkætlanini - Talgilda tín bý - sum verður í Hugskotinum í sjey vikur, nevniliga í døgunum frá 9. september til 28. oktober.

- Útvaldar verkætlanir fáa ókeypis innivist í Hugskotinum í nevnda tíðarskeiði, og her verður høvi at fáa ókeypis ráðgeving og sparring við vinnuna. Eisini verða verkætlanirnar lagdar fram fyri viðkomandi íleggjarum og møguligum samstarvsfelagum á tiltakinum Vinnuforum, sum verður í Sjóvinnuhúsinum hin 28. oktober.

Luttakararnir fáa eisini høvi at vísa síni úrslit fram á altjóða ráðstevnuni - Smart City - sum verður í november.

Í Hugskotinum vísa tey á, at endamálið við verkætlanini er at stimbra undir, at talgildar loysnir verða mentar til ymiskar tænastur í býnum - loysnir, sum kunnu gera býin betri, snildari og burðardyggari ella gera gerandisdagin lættari, snildari ella skjótari.

- Talan kann eitt nú vera um loysnir, sum kunnu betra um vælferðartænastur, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan annars. Talan kann eisini vera um talgildar loysnir, sum kunnu útflytast til onnur øki ella lond.

Dømi um slíkar talgildar verkætlanir kunnu eitt nú vera: 

• talgild loysn, sum ger ferðsluna skjótari og grønari

• talgild loysn, sum minkar um ljóðdálking

• talgild loysn, sum skipar ferðavinnuna skynsamari

• talgild loysn, sum minkar um orkunýtslu

• talgild loysn, sum eggjar til býtisbúskap (sharing economy)

• talgild loysn, innan heilsu- og røktarøkið

• talgild loysn innan samskifti

• ella okkurt heilt annað

Verkætlanin - Talgilda tín bý - er skipað sum ein íverksetaradíkjari ella á enskum rópt “start up accelerator”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari merkir, at luttakararnir arbeiða við sínari verkætlan í sjey vikur í Hugskotinum, har tey luttaka á verkstovum og fáa køna vegleiðing frá mentorum úr vinnulívinum.

- Øll, sum hava áhuga fyri at arbeiða við sínum talgilda hugskoti ella verkætlan, eru vælkomin at søkja um luttøku á hesi leinkju: hugskotid.fo/tilmeldingtalgildatinby, og umsóknarfreistin er hin 23. august 2019 klokkan 12, vita tey í Hugskotinum at siga.