Nevndin fyri Alzheimerfelagið var mánadagin í hesi vikuni og handaði Landstýrismanninum í Almannamálum Páll á Reynatúgvu bóklingin: »Góð stutttíðarrøkt fyri minnisveik - betri lívsgóðsku«.
Stutttíðarrøkt er afturvendandi uppihald frá einum samdøgri upp í tríggjar mánaðir.
Hesin faldari er úrslit av norðurlendskari verkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hann er umsettur til øll tey norðurlendsku málini. Endamálið við faldaranum er at fáa fólk at skilja, hvussu stóran týdn-ing ein dygdargóð stutttíðarrøkt hevur.
Í faldaranum kanst tú lesa um royndir, áskoðanir, hugskot og tilráðingar um, hvat góð stutttíðarrøkt er við støði í rættindum og tørvi hjá minnisveikum og avvarðandi teirra.
Fremsta uppgávan hjá Alzheimerfelagnum er at taka sær av áhugamálum hjá teimum minnisveiku og teirra avvarðandi. Og við hesum faldaranum vilja vit royna at fáa fólk at skilja, hvønn týdning góð stutttíðarrøkt hevur, og vilja vit royna at lýsa okkara sjónarmið, geva hugskot og tilmæli um eina góða og innihaldsríka røkt, har vit taka støði í tørvinum, rættindunum og ynskjunum hjá tí sjúka og hansara ella hennara avvarðandi. Veg-leiðingin byggir á royndir frá stutttíðarrøkt, sum vit hava savnað úr skriftligum tilfari og við at tosa við starvsfólk, sum arbeiða við stutttíðarrøkt, avvarðandi og fólk, ið eru minnisveik.
At seta í verk og menna eina dygdargóða stutttíðarrøkt merkir ikki altíð høgan kostnað. Loysnin er at útbúgva røktarstarvsfólk. Úr samfelagsfíggjarligum sjónarhorni hevur ein dygdargóð stutttíðarrøkt ógvuliga stóran týdning, tí kostnaðurin hjá samfelagnum er nógv minni fyri stutttíðarrøkt enn fyri varandi røktarpláss á stovni ella heimi.
Vit hava umskrivað eitt gamalt orðatak, sum ljóðar soleiðis: "Góð ráð eru ikki altíð dýr", og vit hava roynt at lýsa eina fullkomna, men realistiska framtíðarhugsjón, tá ið tað snýr seg um stuttíðarrøktina.
Og útbúgvingina fara vit eisini at gera nakað við. Í hesum døgum er lýsing í bløðunum um demenssamskiparaútbúgving. Hetta er ein víðariútbúgving fyri røktarstarvsfólk, sum hava við demensrakt fólk at gera. Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólk, sum kunnu:
-leggja til rættis undirvísing og vegleiða starvsfelagar og onnur
-koma við hugskotum, leggja til rættis menningarætlanir og seta tær í verk
-samskipa arbeiðsorkuna, tá ið tað snýr seg um viðgerðar- og røktar/umsorganarspurningar
-vera lyklapersónar í tvørfakligum samstarvi á demensøkinum
Faldarin verður sendur stovnum kring landið, og tilfar um skeiðið kann heintast á heimasíðu felagsins www.alzheimer.fo ella við at ringja tlf. 31 31 02