Olofsson kom, hann sáðaði, og tað bleiv tann bera svartaspilla, tað besta er so, at vit eru sloppin av við handan mannin, og at nú kann man fara til gudstænastu uttan at føla, at man verður fyltur við hatri og óndskapi móti øllum. Eitt annað er eisini, hvussu ber tað til, at Olofsson skal vera best lærdur prestur í ríkinum, hann fær ikki eitt tað einasta arbeiði sum prestur í Danmark. Hann skuldi við sínari vitan minst verið bispur, kanska staðið enn nærri Pávanun enn tað, við allari tí vitanini hann sigst hava.
Til ungdómin í missiónshúsinum í Gøtu eri eg sum foreldur helst noyddur at taka tað støðu, at børn míni ikki kunna koma í slíkt stað, har bert tílíkur óndskapur er. Man følir sum um tað eru islamskir fundamentalistar úr Iran, sum eru komnir og hava tikið maktina har. Eitt uppskot kundi verið at sunnudagsskúli var samstundis sum gudstanastan, hann kundi verið í kjallaranum, so kundu foreldur og børn farið samstundis og kanska fingið nakað gott burturúr.
Til prestarnar standi saman, um tað er neyðugt verið so bara vekk úr misiónshúsinum, har er onki gott at heinta kortini.
Til seinast vóni eg, at tit skamma tykkum, eg føli sera stóra skomm av at vera bygdarmaður tykkara.
Við vón um betran.
Jeffri Olsen
Syðrugøta