Á middegi í dag frættist, at eldur var í verkstaðnum hjá Bilrøkt í Havn. Fleiri sløkkiliðsbilar hava verið á staðnum, og nú er eldurin sløknaður.
- Har er tamarhald á støðuni, og alt er sløkt nú, men har er stórur roykskaði, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Løgreglan hevði mistanka um, at fólk vóru inni í bygninginum, tá støðan var ringast. Men við einari uppteljing uttan fyri kundu tey staðfesta, at eingin var inni.
Eldurin kyknaði í verkstaðnum, meðan arbeitt varð uppá ein bil.
- Vit rokna við, at eldurin kyknaði orsakað av sveisiarbeiði. Onkur hevur sveisað í verkstaðnum, og so er ein glóð komin í bilin, sum so hevur fest í allan bilin, og hetta hevur so spreitt seg, sigur løgreglan.