Tølandi myndir til mannin

Nú verður gjørligt hjá føroyskum kvinnum at taka tølandi myndir. Tað er onnur helvtin av duettini Mirjam&Janus, ið bjóðar seg fram til eitt sokallað "Boudoir-marathon".

- Ætlanin við "Boudoir Marathon" er, at kvinnur kunnu taka tølandi og lekrar myndir av sær sjálvari. Til sín sjálvs ella til tann ein er góður við, sigur Miriam Gunnarsson.

Myndatøkurnar verða 6. og 7. februar, og er meiningin, at maðurin kann fáa myndirnar í gávu 14 februar, tá valentindagurin er.

Tað verður bara Miriam, ið tekur myndirnar, og hon væntar ikki, at føroyskar kvinnur eru ov smædnar til eitt tílíkt tiltak.

- Kvinnur í Føroyum tora væl. Fyrsti tankin er kanska eitt sindur ræðandi, men so er bara at leypa í tað. Eg leggi stóran dent á, at myndirnar skulu verða stílfullar og ikki fúlar og flovisligar, sigur Miriam.

Hon og maðurin, Janus, taka nógvar brúdleypsmyndir, og hava tikið fleiri tølandi myndir av blívandi brúðrum, ið vilja geva manninum mynd í morgungávu.

- Míni ráð til eina og hvørja kvinnu, ið kemur til eina slíka myndatøku, er, at hon skal verða tilvitað um sín kropp og góðtaka hann fyri tað hann er, og síðani njóta løtuna. Tá gerst úrslitið altíð gott, greiður Miriam frá.

Boudoir-myndatøkan tekur umleið tveir tímar, og typiskt klæði at vera í til slíka myndatøku, er undirklæði, hatt og handskar.

Miriam hevur leigað eini hús í miðstaðarøkinum til endamálið.