Tónleikurin í sjónleikinum Tóm Rúm, ið hevur frumframførslu leygarkvøldið, er skaptur av kønum ungum hondum. Tróndur Bogason, ið er konservatoriu útbúgvin tónasmiður, hevur skrivað tónleikin, og spælt hann inn saman við einum toymi av okkara bestu tónleikarum.
Tónleikurin, ið eins og leikurin er nýskrivaður, hava Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie spælt inn í Studio Bloch. Røddirnar eiga Eivør Pállsdóttir og Ólavur Jákupsson, ið vit kenna úr Gestum og Orka.
Frælsi at skapa
Tróndur Bogason hevur verið í Føroyum og arbeitt við at skriva og taka upp tónleikin. Hann hevur í hesum arbeiðið arbeitt saman við leikstjóra, ljóð- og ljósfólkinum á Tjóðpallinum. Men uppgávan hevur verið rættiliga frí, sigur Tróndur.
- Móti endanum eru komnar nakrar meira spesifikkar uppgávur, so sum sirkus tónleikur t.d., men tað er tann minni parturin, fyri tað mesta hevði eg rættuliga stórt frælsi, sigur Tróndur.
Yndisligur tónleikur
Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum dylir ikki yvir, at hon er spent at bjóða fólki til leikin, og at hon er sera nøgd við tónleikin, ið Tróndur hevur komponera.
- Hann hevur gjørt so yndisligan tónleika til leikin, sigur Jenny væl nøgd, nú frumframførslan stendur fyri durðum.
Rithøvdundurin Marjun Syderbø Kjelnæs er eisini sera fegin bæði um samstarvið við Trónd og við úrslitið.
- Ja, mær dámar ordiliga væl tónleikin. Tróndur byrjaði at senda mær tónleik, tá eg sat og skrivaði síðstu senurnar. Eg brúkti tað til stemningstónleika undir skrivingini. So tað gav mær eisini íblástur. Tað er fantastiskt at arbeiða saman við onkrum, og fáa íblástur frá teimum, sigur Marjun.
Hon heldur tó ikki, at hon altíð duga so væl at greitt frá, hvat hon vildi hava, tí hon ikki er tónleikari sjálv, men her hevur Tróndur duga sera væl at skilt hennara ofta kryptisku viðmerkingar.
- Tá eg t.d segði, at tað skuldi ljóða, sum um tað kom innanúr einum klaveri, so visti hann, hvat eg meinti, sigur Marjun.
Komponisturin sjálvur er eisini nøgdur:
- Eg eri væl nøgdur. Eg havi gott nokk ikki hoyrt endaliga úrslitið, tí eg fór av landingum, áðrenn alt var liðugt ljóðblandað, men eg náddi at hoyra nøkur boð frá Jón McBirnie, og ivist ikki í, at tað verður gott
Eitt stórt navn
Tróndur Bogason er kendur innan kompositión og hevur serliga innan fyri klassiskan tónleik ment seg til eitt veruligt stórt navn. Hann hevur verið í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins tríggjar ferðir, seinast í 2010 fyri verkið “Butterfly”, í 2008 fyri verkið “Investigations of a dog” og í 2006 fyri verkið “Seven musicians”.
Framleiðari og tónleikari
Men Tróndur hevur somuleiðis ferðast nógv innan popp og rokk, bæði sum framleiðari, tónleikari, sangari og komponistur. Hann hevur givið fløgur út við bólkum sum MC-Hár, Lucination, The Paper, kórinum mpiri, eins og hann eisini luttekur á útgávum og spælir í bólkinum hjá konu sínari Eivør Pálsdóttir.
Sum framleiðari hevur Tróndur arbeitt við nøvnum sum Teiti, Eivør, Hanusi G. Johansen, Guðrið Hansdóttir, Dánjali á Neystabø og Kristel Lisberg.
Tróndur var somuleiðis tónasmiður á stóra sangleikinum “Audition”, ið Føroya Studentaskúli setti upp í Norðurlandahúsinum í fyrra árið. Men tað var nógv øðrvísið enn hetta, sigur Tróndur:
- Í einum sangleiki, sum Audition, dikterar tónleikurin søgugongdini so ella so. Øll handlingin verður sungin, og ein ávís scena tekur tað tíð, sangurin tekur, grovt sagt. Í Tóm Rúm er tónleikurin meira eitt supplement til handlingina.
Hvussu úrslitið er eydnast kunnu vit uppliva á Tjóðpallinum frá leygarkvøldinum.