Tímdu ikki ? kundu ikki

Tá HB heldur spardi krútið til sunnudagin, meðan Sumba ikki megnaði at skapa nakað, mátti talan gerast um eina linliga uppgerð hóskvøldið, men sigurin hevði við sær, at HB nú er á odda í fyrstu deild

HB-Sumba 5-1 (3-1)


Orsakað av at HB sunnudagin skal royna seg í Inter-Toto kappingini, varð dysturin móti Sumba framskundaður til hóskvøldið.

Helst vóru HB leikarar og viðhaldsfólk fegin um, at dysturin varð framskundaður heldur enn útsettur. Hetta gav nevnliga HB høvi til at koma ovast á stigatalvuna, heldur enn at skulu hava ein dyst til góðar, og so vera nakað niðarligari á listanum.


Sum væntað

Lat tað verða sagt beinanvegin, at hóast talan varð um ein sera linligan dyst, so var hetta kanska ikki meira enn væntandi.

Sumba hevur fleiri ferð í ár sýnt, at teir so at siga ikki megna at gera nakrar skreytir móti sterkastu liðunum í deildini, og so slettis ikki, tá talan er um útidystir.

Harumframt høvdu sumbingar eisini tvey leikbann at dragast við, so tað mundi vera so sum so við teirra vónum til dystin.

Hetta kundi kanska givið orsøk til at halda, at talan fór at gerast um eina sanna málveitslu hjá HB, men so varð kortini ikki.

Trivaligi 5-1 sigurin kundi tó væl verið størri, tí serliga í seinna hálvleiki vassaðu HB?arnir í málmøguleikum, men væntandi neyvleikin gjørdi, at úrtøkan av hesum mundi verða niðanfyri 10%.


Sumba droymdi í lítla løtu

Tað var annars Sumba, sum fekk betri byrjanina, tí ikki vóru leikti meira enn 6 minuttir, so lá bólturin í HB málinum.

Málið var rættuliga væl spælt. Jan byrjaði sjálvur álopið, tá hann skifti úr høgru til vinstru, og eftir at Sasa hevði spælt bandaspæl framvið HB verjuleikara, legði hann bóltin inn aftur til Jan, sum stutt innanfyri brotsteigarmarkið langaði til.

Málið fekk kanska sumbingarnar at droyma um eina endurtøku av javnleikinum í fjør, ella kanska minniliga 3-1 sigrinum í ?91, men so gjørdist kortini ikki.

Málið fekk HB at rakna eitt sindur við, og eftir lítlari løtu var støðan 3-1 til heimaliðið.

Fyrsta málið skeyt Bárður Mortansson, tá hann í besta Beckham stíli sendi fríspark úr 20 metra fjarstøðu upp um múrin og niður í nærmasta málhorn. Eigil Olsen í Sumbiarmálinum kundi lítið annað gera, enn bert hyggja at væl tikna frísparkinum.

Andrew av Fløtum skoraði til 2-1, tá hann tveitti seg og skeyt við høgra beini, eftir at sumbiarverjan ikki fekk ruddað bóltin burtur, og lítla løtu seinni hevði eingin sumbingur givið sær far um Hans á Lag, tá hesin kom fram við til hornaspark. Bólturin varð sendir innfyri, og nærum uttan at leypa upp, kundi Hans stúta bóltin úr fýra metra fjarstøðu.


Spákaðu runt

Eftir at teir soleiðis høvdu gjørt ein vørr, og at kalla tryggja sigurin, setti HB aftur leikferðina niður.

Ikki tí, nakrar málmøguleikar høvdu teir afturat, og serliga Pætur hevði fleiri góðar skotroyndir úr vinstra borði.

Hin vegin hendi ikki tað stóra. Hóast HB-leikararnir at kalla spákaðu runt á vøllinum, megnaði Sumba ongantíð at hótta HB málið aftur. Skipaðum spæli sást so at siga einki av frá teirra síðu, og at byggja álopsroyndirnar á langar bóltar móti monnum sum Hans og Símuni, er so ikki rætta uppskriftin, tá leikt verður móti HB.


Brendu nógv

Meginpartin av seinna hálvleiki var skilið hitt sama. HB spældi við hálvari ferð, men kortini høvdu teir fleiri møguleikar, uttan at hetta gav nakað úrslit.

Sumkbingarnir vórðu enn meira skerdir, tá Marlon Kjærbo fekk næsta gula kort sítt, tá hann royndi at vinna bóltin av Bárði, tá hesin var komin inn um sumbiarverjuna. Hevði HB havt nógvar møguleikar áðrenn hesa hending, varð heilt heilt galið, nú verjuskiparin hjá sumbingum var burturi. Tað kundi enntá verið enn verri hjá sumbingum, um dómarin sá, hvør leikari gav honum eitt skump, tá kortið skuldi gevast, ella um hann hevði revsað Spasoje harðari, tá hesin púra ómotiverað sparkaði Hans á Lag niður.

Ferð eftir ferð komu havnarmenninir í góðar skotstøður, men tað skuldi ganga eitt korter, frá tí at Marlon varð útvístur, til HB aftur fekk hol á. Hetta hendi, tá Pætur fekk bóltin úr vinstru og dróg framvið sumbiarverjuni, áðrenn hann hegnisliga sparkaði bóltin flatt við handara stólpan.

Løtu seinni slapp Bárður Mortansson, sum annars mundi vera størsti brennivargurin hóskvøldið, endiliga aftur framat. Pætur vann bóltin í vinstra borði, og sendi inn um verjuna, har Bárður hevði lætt við at senda bóltin í málið.


Tankarnir á Tórsvølli

Nógv annað er ikki at skriva um dystin hóskvøldið.

Munurin á liðunum var alt ov stórur, til at talan nakrantíð skuldi gerast um rætttuligan spenning, og hóast HB sum sagt spældi við á leið hálvari ferð, so høvdu teir møguleikar til at vinna rættuligan stórsigur.

Líkt var tó til, at tankarnir hjá álopsleikarunum leitaðu meira móti Tórsvølli, har HB sunnudagin skal royna seg móti ungaska Tatabanya, og hetta skulu sumbingarnir helst vera fegnir um.


HB-Sumba 5-1 (3-1)

0-1: Jan Poulsen 6.

1-1: Bárður Mortansson 10.

2-1: Andrew av Fløtum 14.

3-1: Hans á Lag 17.

4-1: Pætur Dahl 69.

5-1: Bárður Mortansson 72.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum, Jón Rói Jacobsen


Sumba:

Eigil Olsen ? Spasoje Biberdzic, Marlon Kjærbo, Bergur Winther, Mortan úr Hørg ? Jan Poulsen, Nikola Biberdzic, Hans Jacob Thomsen, Sasa Tomajek, Trygvi Nielsen ? Rene Thomsenngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.