Tænastuferðir kosta heilsuverkinum dýrt

Tað kostar 16 miljónir krónur um árið at flyta læknar og sjúkrarøktarfrøðingar millum Danmark og Grønland.

 

Av tí, at Grønlandi vantar læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, noyðist grønlendska heilsuverkið at gjalda nógvan pening til árligar ferðir til og úr Grønlandi. Air Grønland, sum flýgur millum Grønland og Danmark, skal flyta nógv fólk fyri at nøkta tørvin á heilsustarvsfólki í Grønlandi.

Í einum svari upp á fyrispurning í grønlendska landstinginum framgongur, at heilsuverkið í Grønlandi brúkar fleiri enn 16 miljónir krónur um árið til flutning av læknum og sjúkrarøktarfrøðingum til og úr Grønlandi.

Sambært svarinum er eydnast heilsuverkinum at minka um útreiðslurnar til hesar ferðir í 2018 við sløkum 3,5 miljónum krónum, men aftur í 2019 vóru útreiðslutølini størri enn í 2016 og 2017.

Tað skrivar Sermitsiaq.ag