Seinastu tvey árini hevur nógv verið at hoyrt og lisið um, at fallandi fiskaprísirnir á serliga toski og hýsu hava verið atvoldin til minkandi úrtøku í fiskiskapinum undir Føroyum. Meðan tað ikki gongur eftir vild í útflutningsvinnunum í løtuni, kann heimamarknaðurin breggja sær av eini støðugari framgongd.
Sambært konjekturfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum eru lønarútgjaldingarnar eini 3 % størri í tænastuvinnununum fyrstu 9 mánaðirnar í ár, enn sama tíðarskeið í fjør.
?Javnur vøkstur er í fleiri tænastuvinnu, men serstakliga í byggivinnuni, handilsvinnuni, flutningsvinnuni og í vinnuligum tænastum hevur rímuligur vøkstur verið, stendur skrivað í frágreiðingini.
Búskaparráðið leggur kortini dent á, at talan er um ein vøkstur í krónuvirði
?Lønarvøksturin í ár hevur í ár verið um leið 4 prosent, og tí er meginpartuirn av tí vøkstri, vit síggja, kostnaðarøking heldur enn í tímatali, sigur Búskaparráðið.
í frágreiðingini verður kortiniu víst á, at vøksturin í byggivinnuni er tó so stórur, at har er talan um veruligan framleiðsvøkstur-og ikki bert ein vøkstur í krónuvirði.