Túnatos á altjóða palli

Oddagrein

Eini 30.000 føroyingar hava vangamynd á sosiala netverkinum Facebook, og kring heimin eru fleiri enn 900 milliónir brúkarar. Seinastu fýra árini er talið á brúkarum níggjufaldað, og talið er framvegis í vøkstri. Facebook er netverk, sum ber møguleika við sær at deila myndir, tekst og annað, og tað ber eisini til at kjatta við vinir.


Facebook er eisini pallurin fyri einum nýggjum slagi av kjaki og túnatosi. Tað, sum áður varð hildið í bindiklubbum ella undir húsaveggum, er nú í ein vissan mun komið á Facebook, og tað, sum fólk kjakaðust um í egningarskúrum, í kaffistovum og arbeiðsplássum, er eisini blivið meira alment umvegis sosiala netið.


Tíðin er farin frá, at tey, sum høvdu okkurt upp á hjarta, hugsaðu seg um, skrivaðu tað niður, sendu tað við postinum og fingu tað í bløðini. Nú er ógvuliga stutt frá tanka, frusteratión, irritiatión ella gleði og til at fáa tað út á ein meira og minni almennan pall – Facebook. Nú kunnu øll í prinsippinum hava meiningar um alt allatíðina – alment. Viðmerkingar kunnu umvegis Facebook gerast á stóru portalunum, og tað ber til at viðmerkja meiningar hjá øðrum. Og tað gongur lívliga fyri seg. Fólk siga sína hugsan, kjakast, ilskast og leggja viðhvørt eftir navngivnum persónum. Tað verður ikki spart upp á krútið, og við hvørt hugsa fólk seg als ikki um, áðrenn tey smekka nevan á knappaborðið og trýsta á send.


Men internetið og Facebook hava eisini havt tað við sær, at einvegis samskiftið frá stórum fyritøkum, almennum stovnum og politikarum er burtur. Nú fær alt móstpæla allatíðina, tí fólkið er sloppið fram at samskiftispallunum. Kjakið er meira viðfevnt og fjølbroytt, og hóast tað eisini kann verða ógvuliga lítið undirbygt ella argumenterandi, er tað ein fyrimunur fyri eitt fólkaræði, at tað ber til at siga sína hugsan, tá ið tú hevur hug til tað.


Men við óavmarkaða frælsinum fylgir eisini ábyrgd, og tað eigur at vera hugsað um hetta. Eingin ynskir sensur ella avmarking av talufrælsinum, men tað eigur at verða hugsað um avleiðingarnar, sum ógrundaðir pástandir, ærumeiðingar, óndsinnaðar viðmerkingar og persónligt briksl kunnu hava – bæði fyri tann einstaka, familjur og samfelagið. Tað ræður um at vísa fyrilit og atlit – eisini í Facebook kjaki og túnatosi. Ikki fyrrenn tað verður livað upp til hetta kunnu vit siga, at nýggju møguleikarnir fyri almennum kjaki stimbra undir fólkaræðið, sum kjakið á altjóða pallinum eigur at gera.