Tónleika- og brandingátakið riggaði væl

Uttanríkisráðið skipaði í gjárkvøldið fyri einari móttøku og showcase í Berlin í sambandi við altjóða tónleikamessuna Popkomm. The Ghost og Budam framførdu, umframt at føroysk myndlist, filmslist og sniðgeving varð sýnd fram.

Uttanríkisráðið skrivar, at yvir 100 fólk vóru til móttøkuna, sum var fyri innbodnum fjølmiðlum og umboðum fyri tónleika- og skapandi vinnu. Útboðið av tiltøkum er sera stórt í sambandi við Popkomm og Berlin Music Week, og tað er tí ein avbjóðing hjá fyriskiparunum av slíkum tiltøkum at fáa tey røttu fólkini at koma. Tað er at fegnast um, at so nógv fólk møttu til føroyska tiltakið, sum var sera væleydnað.

 

Føroyska tiltakið skilir seg burtur frá hinum tiltøkunum, við at staðið er gjørt um til eitt føroyskt rúm við tónleiki, myndlist, filmslist, sniðgeving, føroyskum bókmentum og mati og drekka. Tey vitjandi vóru sera hugtikin av, at eitt so lítið land sum Føroyar hevur so nógv áhugavert at bjóða innan skapandi vinnur.

 

Umboðini, sum luttóku fyri føroyska tónleikavinnu, fingu nógv nýggj sambond, og áhugi var bæði frá plátufeløgum, festivalum og miðlum fyri luttakandi bólkunum og føroyskum tónleiki sum heild. Eitt nú hevur Budam í dag havt eina samrøðu og framførslu í Radio Eins, sum er størsta útvarpsrásin í Berlin við yvir eina millión lurtarum.

 

Føroyska tiltakið er partur av Atlantic Soundscapes tiltakinum í Berlin, sum fer fram í tíðarskeiðinum 8-10. september.