Tutl hevur ætlanir um at útvega ein langan Ford Transit, ið skal nýtast til tónleikabuss.
Nú ferðast kann í útlond sjóvegis alt árið, liggur raðið fyri hjá tónleikarum at ferðast á henda hátt og bíligari er eisini at flyta ljóðfør á henda hátt.
Tutl er farið at søkja stuðul til bussin, ið limir í Tutl ætlandi fáa gagn av, tá ferðir verða í útlond at leika.
Stórt koyrikort skal ikki nýtast til bussin.
Bussurin skal prýðast við lýsingum og verður sostatt ein rullandi lýsingarbreddi, ið eisini boðar frá, hvaðani bussurin er.