Føroyskir tónleikarar sláa eitt slag fyri Suðuroynni, tá ið landsins bestu trína á pallin á Jóansøkufestivalinum, sum í ár verður til frama fyri einum mentanarhúsi í Suðuroy. Jóansøkufestivalurin verður aftur á skránni í ár, og verður hann hesaferð hildin á Tvøroyri.
Tað, sum er sermerkt við Jóansøkufestivalinum 2009 er, at avlopspeningurin fer til siloverkætlanina á Tvøroyri. Verkætlanin hevur til endamáls, at umbyggja saltsiloina á Tvøroyri, og gera hølið til eitt stásiligt mentanarhús, ið skal hava umstøður til at húsa øllum tónleikatiltøkum.
- Tað er sera gleðiligt fyri okkum at síggja, at tónleikarar kring landið vilja stuðla verkætlanini, soleiðis at suðuroyingar kunnu fáa nøktandi umstøður til tónleikin, sigur Tróndur Enni, fyriskipari.
Í árunum frammanundan hevur Jóansøkufestivalurin eisini havt útlendskar bólkar á skránni, men soleiðis verður ikki í ár.
- Vit leggja okkara álit á føroyskar tónleikarar, soleiðis at vit tryggja okkum at peningur liggur eftir, sum kann fara til verkætlanina, sigur Tróndur Enni.
Jóansøkufestivalurin verður hildin á keiðøkinum á Tvøroyri, har Jóhanna og Norðlýsi liggja við kei, og hava ymiskt at bjóða teimum vitjandi.
- Vit hava stórar vónir fyri festivalinum. Vit halda ikki, at hann er í beinleiðis kapping við hinar festivalarnar, og føroyskir tónleikarar eru so mikið væl umtóktir, at tað nokk skal lokka fólk til Suðuroynna, sigur Tróndur Enni.
Komandi vikurnar fer Jóansøkufestivalurin at kunngera fleiri føroysk nøvn, ið verða at síggja á Tvøroyri í summar.