Tað eru kendu tónleikarnir, Hjalti og Jens Marni, ið fara at spæla tónleik fyri teim vitjandi. Kom inn á gólvið og vitja 9. a. úr Runavíkar Skúla, sum er til reiðar við einum heitum drekkamunni og onkrum góðum afturvið.
Fríggjadagin letur caféin upp kl. 16 og leygardagin kl. 10.
Næmingarnir úr 9. a. savna pening saman til eina námsferð til Skotland komandi vár. Ætlanin er, saman við læraranum, at vitja søgulig støð og læra um skotska mentan, sigur Eysturoyar Kunningarstova í tíðindaskrivi.