Tónleikur í Stóra Pakkhúsi

Í kvøld fara Hjalmar og Dagfinn á pall í Stóra Pakkhúsi í Vági. Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen eru royndir tónleikarar. Bæði saman og hvør sær hava teir drúgvar royndir á palli.

Í kvøld verður bæði nýtt og gott gamalt at hoyra í Stóra Pakkhúsi.