Tónleikurin fær góðar karmar

Summar Festivalurin spennir seg út við stórskíggjum, stórum ljóðanleggi og sjónvarpsframleiðslu, sum verður víst beinleiðis

Tónleikurin á pallinum er avgerandi fyri einhvønn festival, men í grundini snýr tað seg ikki bert um góðar tónleikarar og góðar bólkar. Ljóð, ljós og tøkni annars skulu eisini verða í lagi.

Og Summar Festivalurin spílar seg av álvara út við tøknini á festivalinum í ár.

Á undanfarnu festivalum hevur stórskíggi verið partur av framførslunum á Vágsbøi, og soleiðis verður aftur í ár – men stórskíggjarnir verða størri og betri enn nakrantíð.

- Robin Gibb hevur havt stór krøv til stórskíggjarnar, so vit hava leigað teir úr Íslandi. Teir koma veruliga at seta dám á framførslunar á Vágsbøi, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum.

Allar framførslurnar á stóra pallinum verða filmaðar við 5 upptøkutólum, og úrslitið sæst beinleiðis á stórskíggja.

- Hetta er við til at styrkja framførslurnar og ger upplivilsið hjá áhoyrarunum uppaftur betri. Vit hava roynt at gingið undan á hesum øki, og royndirnar hava verið sera góðar, sigur Erik Biskopstø.


Pallur og ljóð í toppi

Stóri pallurin á Vágsbøi verður fluttur hesaferð. Pallurin verður nú settur á økið, sum er norðanfyri Posthúsið. Fleiri orsøkir eru til hesa flytingina, og hon kemur eisini til góðar á tí tøkniliga økinum.

- Vit rokna við, at ljóðið á Vágsbøi verður enn betri, enn tað hevur verið. Ljóðið hevur verið gott á Vásgbøi, men við at flyta pallin koma enn fleiri fólk at hoyra væl. Vit rokna eisini við, at enn fleiri fólk koma at síggja væl, sigur Erik Biskopstø.

Ljóðanleggið, sum verður brúkt hesaferð, er tað størsta nakrantíð, og tað er eisini viðvirkandi til, at ljóðið verður betri.

- Ljóðið skal verða í lagi, tí tónleikurin er sjálv kjarnin í framførslunum, og har leggja vit nógv fyri við bæði tøkni og góðum fólkum at fáa ljóðgóðskuna í topp, sigur Erik Biskopstø:

Fyrsta konsertin á stóra palli verður í kvøld, tá Nik & Jay fara at spæla. Eftir teir fer føroyski rockbólkurin The Dreams at trykkprøva anleggið á Vágsbøi.