T.O.S.

»Allir tollarar og syndarar hildu seg nær hjá Honum, at hoyra Hann.« Luk. 15.1.

Millum annað hetta ørindi í Bíbliuni, er orsøkin til heldur forvitnisliga navnið hjá bólkinum, Tollarar og syndarar.

T.O.S. er bólkur úr Eysturoynni, mannaður við fýra leirvíkingum, einum fuglfirðingi og einum glyvramanni. Teir hava spælt saman síðani í marsmánaði, tá Bárður á Lakjuni, sum mest er kendur úr sangbólkinum Salt, tók stig til at mann bólkin.

- Hinir vóru beinanvegin við uppá tað, og vit hava vant umleið eina ferð um vikuna, sigur Bárður á Lakjuni.

Hann greiðir frá, at bólkurin ikki er stovnaður til Fjarða Festivalin, men hann heldur tað vera eitt gott tiltak at arbeiða framímóti. Víðari sigur hann, at tað heldur var tilfarið, hann lá inni við, sum hann vildi nýta til okkurt.


Álvarlig klokkuspøl og klarinettir

Bólkurin nýtir nøkur heldur óvanlig ljóðføri í popprokki, sum er tað nærmasta Bárður á Lakjuni, kann koma til eina lýsing av tónleikinum bólkurin spælir. Umframt gittarar, trummur, bass, sang og ljómborð, nýtir bólkurin eisini klokkuspæl, klarinett og floytu.

Tónleikurin hjá bólkinum er nógv í valstakt, og íblásturin til tekstirnar er í høvuðsheitum funnin í Sálmunum og orðum Jesusar.

- Alt vit spæla er í moll, men summi av løgunum kunnu vónandi fáa fólk at smílast. Tó er tað so, at álvari altíð er í tekstunum, sum ikki eru lovsangir, men altíð er ein boðskapur. Júst sum í øllum øðrum tónleiki, sigur Bárður á Lakjuni.


Røkka víða

Bárður á Lakjuni metir, at bólkurin kann hava fjepparar í nógvum aldursbólkum og í nógvum umhvørvum. Hann dugir eisini væl at ímynda sær, at bólkurin spældi til fleiri ymisk tiltøk, ikki bara andalig.

- Kemur onkur seriøs konsert og biður okkum spæla, so gera vit tað nokk, men til dans høvdu vit nokk ikki tíma at spælt. Tá lurta fólkini nóg illa at tónleikinum allíkavæl.


Onki reyp

T.O.S. vilja ikki ordiliga breggja sær av sínum royndum, hóast teir flestu hava spælt nógv, t.d. í bólkinum Visible Fish.

- Ikki reypa ov nógv um okkum, vit vilja bara hava fólkini at koma at lurta eftir okkum, so kunnu tey sjálvi avgera, hvat fyri tónleik vit spæla, og um teimum dáma tað, tey hoyra, leggur Bárður á Lakjuni dent á.

Limirnir í bólkinum eru frá 27 til 34 ára gamlir, nakrir teirra hava familjur, og eina rúgvu av børnum, sum Bárður á Lakjuni nevnir tað.

- Konan plagar at flenna at okkum, tí vit eru so gamlir at byrja ein bólk, men tíbetur flennir hon bara at okkum, heldur enn at missa tolið, sigur orð- og lagskrivarin í bólkinum, sum heldur seg at Jesusi.