Tíð og tiptar listir

(hugleiðingar í sambandi við heystframsýningina á Rundingi 2006)

Carl Jóhan Jensen


Alt endar við at byrja. Ella byrjar við at hvørva.
Soleiðis er tíðin.
Tað er nú so.
Sjálvsagt. Úti við banalt. Kunnskaparfrøði, sum hvørt barn veit skil á av sær sjálvum; tíðin er fortreyt fyri tilvitið (ið hvussu er vesturlendskt tilvit) sum hin snøgt kantaði týskurin Kant helt fram í kritikkum sínum fyri stívliga tveyhundrað árum síðani (ella hálvanfimta mansaldur, áðrenn tað gjørdist skriftmálsliga møguligt at orða tankan á føroyskum)
Men tíðin er eisini (og her er ólagaligari kantað) eggin, sum klývur tilvitið frá sær sjálvum (ella ið hvussu er hugmyndina av tí).
Klovningin í tilvitinum (ella hugmyndini av tilviti) kunnu vit lýsa við tveimum bíbliuættaðum dømum (ið átti at høvt íleiðingini væl, t.e. føroyskari listfatan, hvat tá, tí sum havnarmaðurin so lýriskt tók til í kiosklúkuni: Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer?).
Annað dømið er úr Josvabók 10. kap. Ørindisnummarið er gloppið mær úr minni, men í øllum førum s Josva gamli ikki vandari enn at hann steðgar sól og mána, til fólkið (t.e. Ísraels-fólk) hevur fingið hevnd yvir fíggindar sínar.
Hitt dømið er hjólið, sum prædikarin, útjamraður, nevnir í tólvta og seinasta kapitli í harmabók síni í Gamla Testamenti. Hjólið, sum dettur brotið í brunnin.
Fyrra dømið (hetta um Josva og tíðina) er nærbundið at skapan ella øðrvísi sagt: at einum ávísum hugburði til skapan (t.e. tað skapaða). Ella enn neyvari: at tilhalli menniskjans at temja ta veran, tað er sett inn í, at binda hana niður, sum av art (t.e. í ali sínum) er ein tilgongd av hvørvingum (helst endaleys) og breiða yvir hana eitt royndskygt, men gaman í tvígilt, útskinn av endanleika. Við øðrum orðum at skapa eina veran fyri sær (enn og aftur Kant), eina veran, sum er skipað og høpin út um alt vit (ið hvussu er hetta til hevnd er útint ella aðrar áneyðir krevja eitt umskifti). Tilvit (og eg meini enn við vesturlendskt tilvit) er tó tá ið samanum kemur sjáldan verri klovið enn so, at tað ikki ísenn er heilt og óbýtt, eins og tríeindin halga).
Hetta tilhallið (ella henda ástreinging) birtist í skiftandi líki (sær er siður eins og kunnugt og alt tað). Stigbent í søguni gevur tað seg til sjóndar ymiskt sum umberiligur menniskjansskapur (t.e. í grundstigi), ymiskt sum vittøkur harmleikur, eitt nú stjórnmál, kríggj o.tíl. (t.e. í miðstigi) og ymiskt sum djevulsskapur, øllum skili ovboðin (t.e. í hástigi).
Á klettunum (í føroyskum innanoyggjatilviti) speglast hetta almenska tilhallið aftur í tí semingi (breiðsemju, forligheit, óklandri et cetera), sum her hevur valdað smáum og stórum í skjótt trýss ár. Hann rópast vanliga upp á heimastýri, hesin semingurin (og liggur og ridlar onkrumegin við grundstig í stigbending søgunnar).
Speglast sigi eg. Man eg við hesum sipa til, at stórhendingar úti í heimi, harmleikir, ja enntá djevulsskapur, taka øðrvísi fyri seg í føroyskum samanhangi enn aðrastaðni, ja, verða til fjant, tað bera narrarí?
Partvíst.
Men annað ger tó munin.
Tað er eingin titil av tvígildi í seminginum (forligheitini, óklandrinum et cetera), sum drýpur seigan og svøvnliga av hvørjum føroyskum munni høgum sum lágum, tentum sum ótentum, eingin feril av iðran, av eftirsjón. Bara hesin søti semingurin (breiðsemjan et cetera), ið samsvarar so væl við seg sjálvan, at føroyskt tilvit nóg illa krevur at skoyta um annað ella onnur, frá tí skattaborgarin fer í tað á morgni, til hann letur seg úr tí aftur á kvøldi. Semingurin er eitt sakramenti (breyð og (alkoholfrítt?) vín), ið ger heimastýrið einvorðið í sær sjálvum sum Guð hin alvalda.
Men alt tað sama er hann klovin. Semingurin (et cetera). Klovin frá sínum egna umværi eins og spegilsmynd í holspegli.
Hetta útgreinist kanska betur við einum dømi afturat.
Fyri einum ella hálvumøðrum ári síðani hoyrdi eg ein morgunin eina ferðasending í bretskum útvarpi. Útvarpsmaðurin var á ferð um Georgia og greiddi frá lívinum á landsbygd eysturi við Svartahav. Ein brennandi heitan sólskinsdag kemur hann á gátt hjá einari eldri konu. Hon búði fyri seg sjálva við eina lítla bygd. Gamla var sum aðrar bygdarkonur í flestum, men hevði son sín, vaksnan mann, liggjandi altarsklæddan eftir harlendskum siði á divanini í stovuni, umgirdan av einum upphavi av blómum. Leingi hevði hann ligið. Tað sást. Helst í fleiri vikur. Blánaður í andliti. Ræðuligur deymur gekk av honum. Flugurnar hildu seg undan, ja, sjálvt pappeinglarnir, ið stóðu við fótalagið, sóu út sum skuldu teir ganga úr haminum. Kortini vildi hin gamla ikki hoyra grett um, at sonurin var andaður. Hann svav, segði hon. Og mundi fara at vakna hvørja løtu.
Eins og málið (t.e. tað trúmál, ið dømi tíðum síggjast um á gravsteinum) rangvendist fyri hesi gomlu (í sorgini), soleiðis hevur málið snarast í hinum føroyska seminginum við (í óklandrinum, breiðsemjuni et cetera). Tað málið, sum í øllum viðurskiftum átti at sett semingin í mun til veruligu kor hansara og treytir, er onkursvegna farið heilt út av bókini. Í politikki sum í búskapi, sum í trúgv. Ja, enntá tjóðskapurin tekur seg út sum fják (í øðrum enn semingsligum eygum) sum einki uttan eitt amboð at reinsa tað burtur við, ið annaðhvørt ikki semist ella ikki semist nóg væl við ta nøgdsemissjálvnøgd, ið fær semingin (óklandri, forligheitina et cetera) at trilkast sum djevul á kirkjulofti.
Og listin (og her hugsi eg um listskapan alment) er ikki undantikin.
Íðan!
Hvat er og hvat hevur list í Føroyum í meginheitum verið í skjótt tveir mansaldrar (t.e. tann list, sum fær føroyskt veggjarpláss, sum kemur á føroyskar bókhillar, í føroysk ljóð- og myndvarpstól)?
Ella meira viðkomandi spurt: hvør er hugburðurin, ið drívur hesa list?
Grovt sagt, er hann yvirhyljandi. Vil umbera. Ikki illkennast. Ikki róta upp. Hann vil eina list, sum er óskyldig, ein næstan óholdgitin jomfrú. Hugbæra list, ið er óheft sum ein rósudæmd dimmalætting (tað sama ódálkað av sjálvgranskan sum aðrari granskan). Eina list í andligum frígiri. Eina list, sum vendir sær frá hvørjari órógv og hveppir seg við alt, ið kann ella kann ætlast at ørkymla semingin (breiðsemjuna et cetera), tað allarheilagasta í føroyskum hugsanarlívi. Eina list, sum ymiskt grát- ella søtsveipar tey tilbrigdini av veruleikanum, sum í semingi (í óklandri, í forligheit et cetera) eru knæsett sum óbroytiliga samføroysk: landslagið, bygdina, kristindómin, sjólívið, fortíðina o.s.fr., o.s.fr.
Og hesum sjálvgitinginum (ella kanska heldur sjálvgóðskugitinginum) hevur, tað skal hann eiga, eydnast at ala av sær eitt serbrigdi í listini, t.e. list sum eitt slag av sálarligum illluktsoyðara (ella stink-í-góðanga-broytandi-kveika).
Og tað var eftir vónum.
Heimastýrismentanin er tipt, steintipt.
Hvørt rør, hvørt op, hvørt hol, hvør kumma.
Tipt og aftur tipt.
Hetta er sum í fimta helviti Swedenborgs: boðið er til borðs í stástjaldaðum skála (kanska Parnassinum, kanska Listasavninum). Men ikki er alt so fínt, sum tað sýnist við fyrsta eygnabragd. Gólvini taka spakuliga at flóta í trekki (t.e. kukki, tjøruskarni o.s.fr.). Niður eftir bróstunum marra aðrar kropsligar úrskiljingar (eitt nú land, blóðvágur, útflot, snor og spin). Heldur ikki er maturin hin matligasti, langt burturfrá (djevlar borðreiða hann úr afturendandum á sær). Tey glataðu súrna í eygunum av stinkinum og loypast innan av vamli og vónloysi. Kortini látast tey sum einki og sita við kjaftinum fullum av brosi og semiligum tosi.
Alt er í fínasta lagi.
Skomm fái hann, ið klagar. Skomm, skomm og aftur skomm.
Og føroysk list er mitt uppi í sveigginum.
Reyðoygd og breiðsemjusvinn situr hon til borðs. Letur hvørki rop ella prump, tíansheldur nakra óreinsku fáa bilbugt við virðing síni og sóma, men ger sær til góðar av teirri sjálvnøgd, ið semingurin (forligheitin et cetera) skítur á borð fyri hana.

Og kortini.

Lat okkum nú hyggja at seinna døminum, eg tók fram í áðni. Hetta um tað brotna hjólið, sum prædikarin nevnir í jammurlestrinum, hann gevur lívinum og trúarbrøðrum sínum.
Hetta dømið lýsir eina heilt øðrvísi hugmynd av tíð og skapan. Hjólið, sum brotnar, myndber tíðina. Hjartað (t.e. hjólshjartað) missir takið um ásin, hjólið gleppur av og fer hurlandi í brotum sum guva av jarðkava um sinnisvíddir, gjøgnumskygdar av niðusvørtum ljósi.
Við slíkum tíðarskili er skapan ikki longur hitt skapaða ella endurtikin myndbrigdi av tí skapaða, men eitt andartak í eini endaleysari tilgongd av hvørvingum. Hon er tað tilvit andartaksins, sum finnur á tað stigvíst skiftandi ljóðlagið í síni egnu hvørving, frá tí hon rísur úr ongum, til hon fyllir og breiðir seg út í ein froyð av útloysn, av yvirskilvitligum innliti.
List (og eg hugsi enn um almenna listskapan), ið verður til undir slíkum umstøðum, er ikki og kann ikki vera ein samevning (hvørki grát- ella søtsveipan) av ásettum gildum, eitt nú áðurnevndu heimastýrisgildum.
Slík list krevur í samtíðarføroyskum høpi at vera óføroysk - og óføroysk við lít.
Hetta sigi eg ikki fyri tann skyld, at eg vil stíga í stálbrøkur fyri ta gakk-upp-í-harranasar apingarlist, ið summi (við modernitetinum sum skjaldarmerki og smátonktari niðurbygging av mentunarvirðum til áhaldsi) hava fingið sær fyri at rópa eftir í fjølmiðlunum tey seinnu árini.
Niðurbygging av mentunarvirðum er neyðug, skulu mentan og list verða menningarfør, ein náttúrulóg at kalla. Men ein niðurbygging, ið hevur sum fortreyt, at føroysk mentan í sjálvum sær skilgreinist sum einkisverd ella minniverdari enn onnur mentan, eitt nú meginlandsevropeisk ella amerikansk mentan, loysir ikki lortin, sum tippir heimastýrið.
Tvørturímóti.
Hon tippir tað uppaftur betur.
Framtíðin (um nøkur skal verða) hjá føroyskari list hongur í fyrsta lagi á, at heimastýrið verður mentunarliga opað, loyst so at siga.
Í øðrum lagi valdast framtíðin um, hvørt vilji er til at skapa list upp á tey broytiligu kor, sum føroyskur veruleiki bjóðar.
Í triðja lagi krevur føroysk list at hava eitt vakið og varið eyga við tí, sum rørist aðrastaðni. Føroysk list eigur hvørki at ræðast ella at flúgva upp í snobbvong yvir tí, sum berst inn á hana uttaneftir. Hon eigur at samskifta við umheimslistina við skili og við virðing fyri sær sjálvum.
Men fyrst av øllum má eitt upptak til.
Ein úrtipping.
Eg sigi ikki endiliga, at sýningin, ið nú hongur í teimum gomlu hølunum á Tórshavnar Skipasmiðju, eru byrjanin til eitt skifti, til tað skiftið, sum má koma, skal føroysk listskapan og fyri alt tað føroysk mentan sum heild, verða annað og meiri enn eitt eiti, ein partur av tí gykli, sum heimastýrið hylur upp um seg.
Hinvegin kundi tað meiri enn so hent seg, at hetta tiltakið (t.e. Heystsýningin), fyrr enn ikki, setur á eina byrjan, er eitt áverk. Eitt nú kundu verkini, sum Hansina Iversen eigur á sýningini í ár, bent tann vegin.

Spyrst so livst