Tað var Duel, sum vann SkúlaFM í íverksetan. Tað var úrslitið, nú SkúlaFM hevur verið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Har løgdu skúlanæmingar kring landið fram, hvørjar verkætlanir, teir kundu hugsað sær at farið í holt við. Og tá ið avtornaði, at tað Duel – North Atlantic Skincare, ið hevði gjørt húðkrem úr endurnýttum rávørum, sum vann. Tær báðar, sum hava stovnað Duel, eru Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, í Nám X í Havn.
Dómsnevndin legði dent á, at bólkurin dugdi at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt eina góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir.
##med2##
Nummar tvey gjørdist Re-ball frá Skúlanum á Giljanesi, ið hevði gjørt taskur úr gomlum fótbóltum.
Nummar trý gjørdist Fríkorter fyri øll frá Skúlanum av Fløtum, sum høvdu ment eina loysn, ið fekk skúlanæmingar at spæla meira borðspøl.
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er ein sama slag kapping fyri skúla ungdóm. Hendan kappingin verður 15. apríl. Men tær fáa eisini 5.000 krónur í part og nummar tvey og trý, fingu ávikavist 1.500 og 1.000 krónur í part.
##med3##
Endamálið er at læra ung at menna nýggjar vørur og tænastur og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar.
Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár. Øll hugskotini vóru góð, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Í dómsnevndini sótu Margareth Djurhuus frá Betri Samtakinum, Eva Skeel Nolsø frá Føroya Tele, Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.