Tær eru drúgvar á Erlu Kongsdóttir

5-mannafør kvinnur: Hóast starturin ikki var góður, so megnaðu tær úr Fuglafirði at taka Sílið og vinna

Fyrra partin av róðrinum bendi nógv á, at tað í dag ikki fór at eydnast Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði at vinna.

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag svam frá hinum, og eina løtu var munurin frá Sílinum og aftur til favorittarnar úr Fuglafirði ein heil bátslongd.

Tá ið hálvt málið var rógvið, ressaðust tær í grøna bátinum við. Tøkini munaðu meiri enn hjá avbjóðaranum, og stútt og støðugt tók Erla Kongsdóttir seg fram á Sílið.

 

Tá ið farið varð undir endaspurtin var Erla Kongsdóttir klárt nummar eitt. Tær úr Fuglafirði hava fult stigatal og eru fimm stig undan Sílinum, sum er næsti avbjóðari í FM kappingini.

 

1 Erla Kongsdóttir 05.25.37

2 Silið 05.28.05

3 Jallurin 05.35.28

4 Teistin 05.41.36

5 Blikur 05.56.20

 

FM støðan

1 Erla Kongsdóttir 35

2 Sílið 30

3 Jallurin 24

4 Teistin 21

5 Blikur 15