Føroya størsti rockbólkur spælir sín eyðkenda rocktónleik á Føroya størsta tónleikapalli í august.
Eingin føroyskur bólkur hevur sum rockbólkurin Týr megnað at vunnið fram úti í heim. Seinastu árini hevur Týr verið støðugt á ferð í Europa, USA og aðrastaðni, og teir eru mest seljandi føroyski tónleikabólkur nakrantíð.
Nú um dagarnar fingu teir viðurkenning frá ongum øðrum enn sangaranum í heimskenda bólkinum Metallica. James Hetfield skrivaði á Instagram, at hann var heilt burtur í Týr í løtuni. Tað er ikki hissini orð at fáa við sær á vegnum frá einum av legendunum innan harða rocktónleikin.
Nógvar YouTube sýningar
Týr hevur verið virkin í 15 ár, og teir fingu gjøgnumbrot við Orminum Langa, sum teir framførdu í Prix Føroyar kapping. Síðani hava teir givið fleiri fløgur út, teir eru farnir víðari við sínum kvæðarocki, og hava havt plátusáttmála úti í heimi, har áhugin fyri bólkinum støðugt hevur verið vaksandi.
Onkrir av sangunum hjá Týr hava fingið óvanliga nógvar sýningar á YouTube. Sinklars Vísa er sædd 1,5 milliónir ferðir, og sangurin Hold The Heathen Hammer High hevur meira enn 2,1 milliónir sýningar. Hetta er púra óhoyrt fyri eitt føroyskt tónleikanavn og staðfestir, hvussu stórir Týr eru úti í heimi.
Týr gjørdi í fjør trý ára sáttmála við plátufelagið Metal Blade Records, og í mai mánaði er ætlanin, at bólkurin gevur nýggja fløgu út.
Vóru við fyrstu ferð
Týr spældi við á fyrsta Summar Festivalinum, sum varð hildin í Klaksvík í 2004. Teir hava eisini vitjað aftur síðani, men nú 10. Summar Festivalurin verður hildin í august, skal Føroya størsti rockbólkur spæla á Føroya størsta tónleikapalli á Vágsbøi.
Manningin í Týr er Heri Joensen, Terji Skibenæs, Gunnar H. Thomsen og Kári Streymoy.
Lagt er upp til eitt ordans rockbrak við Týr á Summar Festivalinum í august.