Tær skiftast um at vinna

Frúgvin tryggjaði góðan stevnuhýr, tá ið tær úr Miðvági vunnu á Erlu Kongsdóttir, sum vikuna frammanundan við sigri tryggjaði góðan hýr á Varmakeldu

Tað er so spennandi undan finaluróðrinum, sum tað kann verða. Tann, sum verður fremri á Ólavsøku av Frúnni úr Miðvági og Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði vinnur FM í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

At taka aðra manningina fram um hina sum favoritt at vinna um fjúrtan dagar ber ikki til. Gongdin higartil hevur verið skiftandi, og sum tey eru farin at siga, so verður tann meistari, sum ólavsøkuaftan rakar dagin!

Erla Kongsdóttir vann á Norðoyastevnu og Fjarðastvenu, so vann Frúgvin á Sundalagsstevnu og Jóansøku, og so hava bátarnir vunnið í heimasjógvi – Erla Kongsdóttir á Varmakeldu og nú Frúgvin á Vestanstevnu.

Hesa ferð royndi Ritan norðan úr Sundi at bjóða seg fram í startspurtinum. Men tað var skjótt, at kappingin um fremsta plássið stóð millum Erlu Kongsdóttir og Frúnna. Eina løtu var Erla Kongsdóttir fremst, men so vístu fleiri knotur seg at vera í teimum úr Miðvági. Frúgvin vísti finan endaspurt, og tað gjørdi ikki stevnuhýrin verri í Sandavági.