Tórður: Bólturin var inni men eg átti fríspark

(Frá Rás2) Hoyr B36-málverjan fortelja um hvussu hann upplivdi nógv umtalaðu støðuna, tá Skála helt seg hava skorað til 3-1

- Ein Skála-spælari ger okkurt ímóti mær, tá eg skal leypa upp eftir bóltinum, so eg átti avgjørt fríspark. Jú bólturin fór innum strikuna, men eg haldi avgjørt eg eigi fríspark áðrenn, men dómarin velur so hvørki at døma fríspark, ella at døma bóltin at verða innanfyri. Soleiðis greiðir B36-málverjin, Tórður Thomsen frá støðuni, tá Skála í seinna hálvleiki helt seg hava skorað til 3-1. Løtu seinni javnaði B36 til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

- Eg veit ikki longur nær ein málmaður eigur fríspark, sigur ein ørkymlaður Tórður Thomsen um tað, sum hann upplivir í effodeildini hetta kappingarárið.

 

Um 2-2 javnleikin á Skála heldur Tórður Thomsen, at hann ivast í um B36 hevði uppiborið so frægt sum ein javnleik. Aftanfyri 1-2 fóru teir í B36 eisini at gúppa, og hann viðgongur, at teir seldu spælistílin eina løtu fyri at fáa eitt úrslit.

 

Tórður Thomsen heldur, at teir ungu B36-arnir avrika framúr væl, men hann heldur, at hann og teir meira royndu spælararnir ikki avrika nóg væl enn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Tórð Thomsen