Tórður Thomsen heldur fram á Argjum

Tórður Thomsen kom til AB í farna kappingarárið, tá Heðin Stenberg hjá AB fekk ein álvarsaman skaða. Heðin Stenberg er nú við at koma fyri seg aftur, men á Argjum ásanna tey, at tað er sunt við kapping um øll pláss á liðnum, og tí hava tey valt at longt sáttmálan við Tórð Thomsen við tveymum árum.

? Heðin Stenberg hevur eisini sáttmála við okkum komandi kappingarár, og hann er ein knasandi góður málmaður. Við teimum báðum, Heðin og Tórður, í hópinum, eru vit væl fyri. Harvið er so eisini kapping um málmansplássið, sigur Sjúrður Olsen, næstformaður í AB.

 

Tórður Thomsen er uppvaksin í NSÍ, men hevur áður umboðað B68.