Egil Steintórsson, venjari hjá VB, var rættiliga avkláraður, tá hann varð biðin um at gera viðmerkingar til dystin móti Neistanum.
- Vit fylgja væl við teimum fyrstu 20 minuttirnar ella so, men so gongur galið. Vit gera nøkur mistøk í álopinum, og tað revsar Neistin við nøkrum kontra-álopum, og so var ikki hugsingur um at koma aftur í aftur hjá okkum.
Dysturin merkir eftir øllum at døma, at VB endar á triða plássinum í grundspælinum, og tað er í sjálvum sær nakað, sum Egil er væl nøgdur um.
- Tekur tú útgangsstøði hjá okkum, har stór útskifting var á liðnum, so er hetta heilt ok. Men tað skerst ikki burtur, at tað kennist keðiligt, at vit hava tapt tveir av heimadystum okkara. Vit hava kanska bestu áskoðararnar í landinum, og tí er tað altíð keðiligt at tapa á heimavølli. Hinvegin eru júst góðu áskoðararnir eisini ein positivur trupulleiki hjá okkum, tí fleiri av ungu spælarunum mugu læra at spæla við trýstinum, sum hetta gevur.