Tað er ein vanligur hósdagur í skúlanum í bygdini.
Inni í einu skúlastovuni standa fleiri talvborð uppi. Hesin tímin er nevniliga ein talvtími.
Næmingarnir sita spentir við talvborðini. Tað ræður um at konsentrera seg og hugsa væl um næsta leik ella leikir, nú tey eru mitt í eini talvkapping.
Millum teir ídnu telvararnar er Tóra, sum gongur í 4. flokki. Hon hevur telvað í fleiri ár, og tað dámar henni væl.
Sum ein part av undirvísingini hava tey felagslærugreinar við næmingarnar í Haldórsvíkar skúla. Í teim sonevndu P-lærugreinunum hevur verið møguleiki at velja millum handarbeiði og køk – og frálæru í talvi.
Nú sita tey mitt í eini talvkapping, har allir næmingarnir í Tjørnuvíkar skúla telva móti hvørjum øðrum.
- Eg havi telvað trý talv og havi vunnið tey øll, sigur Tóra, ikki sørt errin.
Henni dámar væl talv og fylgir eisini eitt sindur við í ymiskum talvkappingum, m.a. teirri sum var í Klaksvík í farnu viku.
Her var stóri spenningurin um, hvussu gekk hjá okkara telvara, Helga Dam Ziska.
- Helgi, hann er ein óførur telvari, sigur Tóra.