Løgreglan í grikska høvuðsstaðnum Athen noyddist í dag at brúka táragass ímóti ungum mótmælismonnum, sum mótmæltu sparitiltøkunum hjá stjórnini.
Samstundis hava verkføll stongt skúlarnar, og flogferðslan er nógv seinkað. Fleiri túsund almenn starvsfólk vóru í dag á Syntagma-torginum í Athen, har tey bótu skelti við orðum sum "Strikið skuldina" og "Tey ríku mugu gjalda".
Grikska stjórnin samtykti sunnudagin eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2012. Eftir tí skal tað almenna spara knappar 50 milliardir krónur, samstundis sum tað skal hava 53 milliardir krónur afturat í skatti og avgjøldum.